Líðhamar fekk siglingarbann

Mikudagin varð útróðrarbáturin Líðhamar tikin av sjóverjuni átta fjórðingar í ein útnyrðing úr Ennibergi. Líðhamar hevði einki siglingarloyvi og onnur loyvi manglaðu eiisni. Færøernes Kommando skrivar, at eftir at sjóverjuskipið Vædderen mikumorgunin fyrrapart gjørdi eitt vanligt rutinueftirlit umborð á Líðhamar, sum fiskaði átta fjórðingar í ein útnyrðing úr Ennibergi varð staðfest, at báturin einki siglingarloyvi hevði, og manningin eisini manglaði nøkur útbúgvingar- og trygdarpappír.

Sjóverjan setti seg í samband við Skipaeftirlitið, og varð gjørt av, at báturin skuldi fáa boð um at sigla í havn.

Eftirlitsliðið frá Vædderen boðaði skiparanum frá avgerðini hjá Skipaeftirlitinum, og tað varð avgjørt, at Líðhamar skuldi sigla til Klaksvíkar.

Líðhamar kom á Klaksvík stutt áðrenn klokkan 14, har tað varð handað føroyskum myndugleikum, sum beinanvegin boðaðu alment frá at báturin hevði fingið siglingarbann.