Lúgva illa

Í USA vísir ein kanning, at fólk aftra seg ikki við at gera ov nógv av ella at lúgva, tá tey søkja starv.

Felagið Challenger, Gray & Christmas hevur kannað 249.000 umsóknir, og úrslitið var, at í 52 prosentum av umsóknunum veik innihaldið frá veruleikanum. Eitt nú løgdu fólk eitt sindur afturat, tá tey skuldu upplýsa, hvørjar karakterir tey høvdu fingið í skúlanum. Onnur søgdu seg hava havt hægri størv, enn tey í veruleikanum høvdu havt, og fleiri søgdu seg forvinna meiri í løn, enn tey í veruleikanum gjørdu. Ja, tað eru eisini tey, sum siga seg hava arbeitt hjá fyritøkum, sum als ikki eru til, og summi siga seg hava útint brøgd, sum heldur ikki eru í samsvari við veruleikan.

Sambært Challenger, Gray & Christmas eru tað bara teir fægstu arbeiðsgevararnir, sum varnast skeivleikarnar í umsóknunum, tí kanningin kemur til ta niðurstøðu, at bara 15 prosent av umsóknunum verða kannaðar.