Lágur miðalprísur á Fiskamarknaði Føroya

Fiskaprísir

Miðalprísurin á Fiskamarknaði Føroya var rættiliga lágur fríggjadagin. Tá vórðu tilsamans 267 tons av fiski seld fyri samanlagda miðalprísin 7,94 krónur fyri kilo.
Sjáldan áður man miðalprísurin fyri seld fiskalsløg hava verið so lágur sum fríggjadagin.
Tað vóru ikki prísirnir á toski og hýsu, sum hálaðu miðalprísin á marknaðinum niður. Toskur 3 og toskur 4 fingu ávikavist 12,80 og 10,53 krónur fyri kilo.
Besti miðalprísurin á hýsu var 10,46 og hýsa 2, sum mest var av, fekk miðalprísin 9, 23 krónur fyri kilo.
Fríggjadagin var meiri upsi enn vanligt seldur á Fiskamarknaði Føroya. Talan var um sløk 100 tons, og hóast miðalprísurin á upsa er rættiliga støðugur – góðar 6 krónur fyri kilo – so hálar ein so stór nøgd miðalprísin nakað niður.
Samlaða virðið av søluni av teimum 267 tonsunum fríggjadagin var 2,1 miljónir krónur.