Bjørg Joensen, Valevni Javnaðarfloksins til Tórshavnar Býráð
??????
Tórshavnar Kommunu eigur at gera fleiri íløgur í framtíðina og hevur ráð til tað. At skapa karmar um íløgufeløg, sum kunnu fara undir at byggja leigu- og lutaíbúðir er ein íløga. Ungdómshús, sum geva børnum og ungum tryggar umstøður í frítíðini, er onnur neyðug íløga.
Karmar til íløgufeløg
At kommununi manglar bústaðir, ber boð um at fólk vilja búgva her. Tað er ikki ein kommunalur trupulleiki, men ein møguleiki til menning á økinum. At útvega sær bústað, skal verða eitt val, sum borgarar - alt eftir tørvi og førimuni - skulu hava í boði. Eg haldi, at kommunan skal arbeiða fyri at fáa landsins myndugleikar at skapa karmar um íløgufeløg, sum síðani kunnu standa fyri bygging av leigu- og lutaíbúðum. Á hendan hátt kemur privatur kapitalur í umferð og er við til at skapa loysnir á bústaðarøkinum, og skattapening-urin verður brúktur til tað, hann er tilætlaður - nevniliga góðar tænastur til borg-aran.
Ungdómshús
Tað er umráðandi, at Tórshavnar Kommuna ger rættar íløgur, og tryggjar, at sum mest fæst burturúr hvørjari skattakrónu. Kommunan er skuldarfrí, skattaprosentið óbroytt og inntøkan støðug. Her er veruliga talan um møguleikar at raðfesta soleiðis, at tað kemur flestum borgarum til góðar. Eg vil arbeiða fyri, at kommunan byggir ungdómshús til børn/ung ávikavist á Hamarinum á Argjum, á Norðasta Horni, á Løgmannabreyt og í Kaldbak.
Vit skulu hava álit á umsitingina
Neyðugt er at skapa størri álit á umsitingina, so vit kenna okkum vís í, at allir borgarar eru líka fyri lógini. Átalir frá Løgtingsins Umboðsmanni og tey mongu byggimál, sum hava verið umrødd í fjølmiðlunum, hava ikki tænt umsitingini. Hetta er hvørki gott fyri starvsfólkini, býráðslimirnar ella borgararnar. Kannast má, um umsitingin hevur nóg góðar karmar at virka undir og hvørjar ábøtur skulu gerast, so álitið endureisist.
Vit skulu tillaga kommununa eftir okkum, ikki øvugt.