Íløgukvotan er órættvís


 

Súni í Hjøllum


Í hesum døgum sita embætisfólkini hjá landsstýrinum og arbeiða við uppskoti til fíggjarløgtingslóg fyri 2002. Somuleiðis skulu kommunurnar undir sítt arbeiði til fíggjarætlan fyri 2002.

Seinastu tvey árini hava kommunurnar fingið eina sonevnda íløgukvotu frá landsstýrinum at halda seg til.

Skipanin er órættvís

Undirritaði tekur fult undir við, at landsstýrið í ávísan mun ásetur íløgukvotu til kommunurnar til tess at tálma ov stórari búskaparligar ferð í samfelagnum, men skipanin er sera órættvís.

Undanfarnu árini hava allar kommunur um ein kamb fingið eina ávísa íløgukvotu í mun til fólkatalið. Spurt verður als ikki um:

? Skuldarbyrðu

? Slag av íløgu

Henda skipan kann ikki halda fram, tí fleiri kommunur eru so tyngdar av skuld, at tær áttu at fingið boð um at fáa rættlag í síni fíggjarviðurskifti, áðrenn talan verður um fleiri íløgur.

Harafturímóti eru tað fleiri kommunur við ongari, ella nærum ongari skuld, sum ikki fáa loyvi til at gera størri íløgur, enn kvotan frá landsstýrinum loyvir, hóast nógvur peningur er tøkur.

Landsstýrið eigur eisini at hugsa um at býta íløgurnar upp í ávís sløg. Ávísar íløgur í at geva vinnulívinum í kommununi betri umstøður, kunnu geva ferfalda inntøku beinanvegin til alt samfelagið, meðan íløgur í skúlar, barnaansing, eldrasambýli, vegir, útstykkingar o. a. eiga at ganga inn í eina langtíðarfíggjarætlan hjá kommununi.

Samandráttur

Í dag verða tær kommunur, sum hava roynt at halda skil á sínum fíggjarviðurskitum revsaðar, meðan kommunur, sum í 1980-unum brúktu nógv, gjørdu stórar íløgur og læntu nógvan pening, bjóðaðar at gera eins stórar íløgur.

Hetta er ikki skynsamur fíggjarpolitikkur og kann als ikki góðtakast.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og løgmaður eiga at taka stig til at broyta mannagongd í hesum máli beinanvegin. Broytingin eigur at koma til fíggjarætlanina fyri 2002.