Meinhard Dam
Sandavági:
Sleppa pensionistum undan skatti
Eg haldi tað, at pensionistarnir áttu at sloppið undan at goldið skatt. Tann, sum torir at taka tað upp í valstríðnum, er djarvur, og hann fær eisini atkvøður.
Eldrapolitikkurin sum heild er ikki nøktandi. Fólk hava stutt sagt ov lítið at liva av. Sjálvur fái eg bæði fólkapensión og krígspensión, men skatturin er so nógvur, at tað stendur á kortini.