Jógvan Simonsen
Sandavági:
Loysing og pensionistar
Pensionsmálið má loysast. Tað halda vit her í Undirhúsinum, tí vit halda, at vit fáa ov lítið burturúr.
Hesaferð vænti eg, at pensiónsmálið verður rættiliga frammalaga, tí politikararnir eru so østir upp íløtuni, at teir fara at gera nakað við pensiónirnar.
Men eg vænti kortini, at fullveldismálið verður tað, sum fer at liggja eina fremst. Og tað er helst í lagi eisini, tí nú er tíð upp á at vit fáa at vita, hvat hatta verður til, og hvør parturin fer at liggja omaná. Teir, sum eru fyri, ella teir, sum eru ímóti.
Nú má tað verða egg ella ungi.