Løgtingsvalið 2002: Regn og sól á Hálsi

Røðin av fólki klokkan 10 í gjáramorgunin stóð heilt út í tún. Heilt fitt av fólki var komið at velja, longu áðrenn størsta valhølið, ítróttarhøllin á Nabb, lat upp. Áðrenn klokkan 11 fyrrapartin í gjár, høvdu longu 1032 fólk verið og sett sín kross

LØGTINGSVAL

Sólin hevði hug at kaga fram, meðan nakrir regndropar eisini duttu niður uttanfyri ítróttarhøllina á Hálsi fyrrapartin í gjár. Lagnuvalið, sum tað so ofta hevur verið nevnt, fór klokkan 10 veruliga av bakkastokki.
Men tað vóru ikki bara regndropar, ið vóru á Hálsi. Nei, tað regnaði við veljararum, og stórur áhugi vísti seg at vera millum fólk. Fólk í øllum aldri høvdu leitað sær niðan á Háls, og var hýrurin góður.
Tá Sosialurin leitað sær oman í miðbýin var eisini fitt av fólki, ið gekk og hugdi eftir valplakatum. Við Kunningarstovuna stóð ein heilur flokkur av barnagarðsbørnum og hugdi eftir teimum litføgru valplakatunum. Sjálvt um tey ikki hava valrætt enn, so eru tey jú framtíðarveljarar,.

Stórur áhugi
Jens Marius Poulsen, sum er formaður fyri valstýrið í Tórshavn, sigur, at áhugin fyri valinum er øgiligur. Talið av brævatkvøðum er 950, og hetta er væl meira enn vanligt.
Onkrar broytingar eru eisini gjørdar í vallógini, soleiðis at valið ikki gongur heilt eins fyri seg hesaferð. Eitt nú skulu fólk ikki nýta blýant, men talan skal bert vera um eitt skriviamboð.
Eisini sjónveik kunnu velja, hvønn tey vilja hava at hjálpa sær við at atkvøða.
Eisini útlendsk fjølmiðafólk leitaðu í stórum tali niðan á Háls. Tað eru fjølmiðlar komnir úr Danmark, Grønlandi og aðrastaðni