Uppskotið hjá Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum um nýval hevur undirtøku í tinginum. Tað er greitt, eftir at bæði Tjóðveldi og Miðflokkurin taka undir við uppskotinum.
Jenis av Rana sigur við Rás2 í morgun, at tey í Miðflokkinum taka undir við uppskotinum frá Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum. Og tað sama ger Tjóðveldi. Sambært skrivi frá Annitu á Fríðriksmørk, forkvinnu í tingbólkinum hjá Tjóðveldinum, vil Tjóðveldi hava val áðrenn septembermánaði er liðin.
Løgmaður segði eisini í ólavsøkurøðu síni, at um heystið fór at verða brúkt til partapolitiskan og persónligan løtuvinning, so fór hann at útskriva val, hóast hann higartil hevur hildið fast við, at val ikki skal verða fyrr enn 19. januar.
Og tá meiriluti er millum tingfólk at útskriva val, so má løgmaður uttan iva taka seg sjálvan upp á orðið og útskriva val. Ger hann tað á næsta tingfundi, sum verður týsdagin, so verður valið í fyrsta lagi 6. september og í seinasta lagi 13. september.
Klokkan 13:30 seinnapartin fer løgmaður at hitta floksformenninar, og eftir tann fundin verður helst greitt, nær løgtingsval verður.