Løgtingsmaður: Vit alment løntu áttu at farið niður í løn

– Hvat við at vit øll sum fáa fulla løn hesar mánaðirnar, koronasmittan stendur við, fara 5 prosent niður í løn fyri at hjálpa landi og starvsfeløgunum, sum eru verri fyri? spyr løgtingsmaður

Johan Dahl, løgtigsmaður fyri Sambandsflokkin, vísir í viðermking á Facebook á, at vit hava eina heimskreppustøðu av teimum heilt stóru, har nógvar fyritøkur og einstaklingsvirki eru um at fara av knóaranum orsaka av koronasmittuni.

Hann vísir á ójavnan millum fólk í privatu vinnuni og fólk í privatu vinnuni:

– Øll vit alment løntu fáa okkara fullu løn eisini, hóast vit sita heima, meðan tey í privatu vinnuni enda á ALS og hava stóran lønarmiss og missa enntá kanska sítt arbeiðspláss um heilt illa berst á, og smittan heldur fram í mánaðir frá nú.

– Lønnarmassin í Føroyum tilsamans er í 2019 umleið 10 milliardir býtt soleiðis:

Alment lønt eru 3,3 milliardir krónur

Byggivinna: 1,6 milliardir krónur

Tænastuvinnur: 3,1 milliardir krónur

Fiskivinna: 2,0 milliardir krónur

Hvat við at øll vit, sum fáa fulla løn hesar mánaðirnar tað stendur á, høvdu ein lønarmiss á t. d 5% fyri at hjálpa landi okkara og starvsfeløgum, sum eru verri fyri, spyr Johan Dahl.

Hann sigur, at tað vildi gjørt ein ávísan mun og eisini lætt um trýstið á landskassan.

– Tá vildu vit øll veruliga víst, at vit vilja vera samhaldsføst, sigur løgtingsmaðurin.