Løgtingsmaður stovnar advokatfirma

 

- Eg byrjaði mína lívsleið á sjónum, har eg gjørdist skipsførari og yvirmaður í handilsflotanum, til at gerast flogskipari, við m.a. fleiri árum á flogførunum hjá Atlantsflog. Nú fari eg í gongd við tað, sum eg síggi sum seinasta partin á yrkisleið míni. Eg eri ómetaliga spentur um at fara í gongd við Axia Advokatar og kann bara ásanna, at tá ein hurð letur aftur, lata aðrar upp, sigur Janus Rein.

 

Hin 1. januar 2019 byrjar hann eitt nýtt advokatvirki, Axia Advokatar, saman við barndómsvininum Brandi Ellingsgaard. Teir eiga og reka felagið saman.

 

Brandur Ellingsgaard hevur starvast sum advokatur í Danmark í nógv ár. Í 1996 fór hann niður at lesa jura, og nú flytur hann heim aftur.

 

- Heilt nógv er broytt í Føroyum, síðani eg flutti niður. T.d. høvdu telefonnumrini bara 5 tøl, og internetið var ikki ment nógv. Sjálvandi havi eg javnan verið heima, eisini í samband við rættarsakir, men tað verður sera spennandi at seta búgv aftur í Havn, sigur Brandur Ellingsgaard.

 

Janus Rein er kendur bæði sum flogskipari og løgtingsmaður. Hann gavst við flogskiparavirkseminum í summar, og nú verður tað innanfyri advokatvirksemið, at hann framyvir fer at virka.

 

- Tað var sera heppið, at eg frætti, at gamli vinmaðurin var givin við at flúgva og leitaði eftir onkrum skilagóðum at takast við. Vit eru javngamlir og búðu stutt frá hvørjum øðrum í Eysturbýnum, so vit hava altíð kenst. Eg visti eisini, at hann hevði lisið jura, og so var stutt frá a til b, vísur Brandur á.

 

- Eg byrjaði mína lívsleið á sjónum, har eg gjørdist skipsførari og yvirmaður í handilsflotanum, til at gerast flogskipari, við m.a. fleiri árum á flogførunum hjá Atlantsflog. Nú fari eg í gongd við tað, sum eg síggi sum seinasta partin á yrkisleið míni. Eg eri ómetaliga spentur um at fara í gongd við Axia Advokatar og kann bara ásanna, at tá ein hurð letur aftur, lata aðrar upp, sigur Janus Rein.

 

Brandur Ellingsgaard og Janus Rein eru báðir cand.jur frá Københavns Universitet. Teir fara at eiga Axia Advokatar saman, og í byrjanini fer Janus Rein at virka sum advokatfulltrúi hjá samstarvsfelaganum. Advokatvirkið fer at hava skrivstovu í Havn, men hugsanin er eisini at hava skrivstovutíð í Klaksvík.