Løgtingsmaðurin Sjúður Skaale vil hava løgmann at svara, hví fólk framvegis verða noktað innlit í eitt nú fundarfrásagnir frá fullveldissamráðingum.
Í morgin eru 10 ár liðin, síðani samráðingarnar millum landsstýrið og donsku stjórnina endaðu. Áhugin fyri hesum samráðingum var ovurstórur, og tær fingu nógva umrøðu.
Journalistar søktu um innlit í alt tilfar beinanvegin, men í 2000 var ikki givið innlit í alt tilfarið - t.d. fundarfrásagnir. Grundgevingin var, at málið ikki var avgreitt.
Men 10 ár seinni noktar løgmansskrivstovan framvegis almenninginum innlit, sigur løgtingsmaðurin Sjúrður Skaale, og tí spyr hann løgmann, hví innlit ikki verður givið, og nær skjølini kunnu gerast almenn.
- Tað skulu sera góðar grundgevingar til at nokta fólki innlit í tilfar, sum hevði so stóran áhuga og var so nógv umrøtt, sum hesar samráðingar. Og spyrjarin dugir ikki at síggja nakað í lógini um alment innlit, sum gevur løgmansskrivstovuni rætt til at nokta fólkið at síggja hesi skjøl, sigur Sjúrður Skaale.