Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu og løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, er í dag ein av fýra jarðareigarum í Froðba, ið skulu í Føroya rætti í samband við eina ógoldna rokning.
Tað er Umhvørvisstovan, ið hevur stevnt fýra jarðareigarar fyri ikki at hava goldið eina rokning fyri útskifting av jørðini.
Annfinn Vitalis Hansen er advokatur er Umhvørvisstovuni, og upplýsir hann, at talan er um ein fyrireikandi fund, har hin parturin skal greiða frá, hví tey ikki hava rindað rokningina.
Handan rokningina er tó ein longri søga um stríð um jørð. Í 1993 ynskti jarðareigarar í Froðba eina útskifting av jørðini, men tá hon varð gjørd, vóru tað nakrir jarðareigarar, ið vóru ónøgdir við útskiftingina, ið Umhvørvisstovan nú hevur sent eina rokning fyri. Nakrir jarðareigarar metti nevniliga, at tey høvdu mist jørð aftaná útskiftingina.
- Vit hava einki ímóti at rinda fyri arbeiðið, um vit fingu tað, ið vit bóðu um. Men í staðin, so hevur man tikið jørð frá nøkrum og givið til onnur. Vit sum sýta at rinda fyri rokningina hava mist tíggju gyllin av uttangarðsjørð, ið hevur eitt virði á 1,2 milliónir krónur. Tað er givið ókeypis til onnur og nú vænta tey, at vit skulu rinda fyri tað. Tað er óhoyrt í Føroya søgu, sigur Kristin Michelsen í viðmerking til málið og leggur afturat.
- Ein gyllin er ein gyllin. Hon er tjúgu skinn og kann ikki blíva fimtan skinn aftaná útskiftingina. Vit fingu ikki tað aftur, ið vit áttu áðrenn útskiftingina, og tað góðtaka vit ikki.
Kristin Michelsen upplýsir eisini, at arbeitt verður í løtuni við at fáa málið um útskiftingina roynt í Føroya rætti, og at tað eru fleiri av jarðareigarunum, ið eru ónøgd við útskiftingina, men hava følt seg noydd at rinda rokninga eftir, at hava fingið fleiri rykkjarar og hóttanir um stevning frá advokatum.