- Útvarpsstøðin, Rás2, er farin út um alt mark fyri, hvat ein fjølmiðil kann loyva sær.
Tað heldur Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin.
Hann hevur nú tikið tað heilt óvanliga stigið, at hann hevur meldað Rás2 til fútan.
Tað, sum hevur fingið løgtingsmannin at fara so víttgangandi til verka, er tað, sum varð sagt í sendingini, “Vinstra Víkiskylda” síðsta mikudag.
À Rás2 verður “Vinstra Víkiskylda” førd fram um ein samfelagsliga provokerandi sending, har ymisk evni verða tikin upp, eisini evni, sum vit ikki vanliga tosa hart um.
Í sendingini síðsta mikudag høvdu vertirnir báðir, Barbara Holm og Tjóðhild Patursson, ein ungan mann í upptøkuhølunum, sum greiddi frá sínum sjónarmiði um rúsevni og serliga hassj.
Vælsignaði hassj
Bill Justinussen sigur, at ungi maðurin, sum var dulnevndur, greiddi í ógvuliga jaligum vendingum frá, hvussu hann brúkti hassj.
- Hansara boðskapur var púra greiður og hann var, hvussu gott og óskaðiligt tað er at roykja hassj og tað var nógv skaðiligari at drekka og at roykja sigarettir.
Bill Justinussen sigur, at enntá tónleikavalið í sendingini styðjaði upp undir boðskapin um, at hassj er óskaðiligt.
- Tað er ongin ivi um, at sendingin var ein stór eggjan til ungfólk um at roykja hassj, tí tað var ein frálíkur møguleiki at rúsa seg, uttan at tað hevði nakra sum helst skaðiliga ávirkan.
Sostatt hevur hann nú meldað bæði hendan unga mannin fyri løgregluni. Hann hevur eisini meldað vertirnar báðar, umframt leiðsluna fyri útvarpsstøðina fyri at hon gevur rúmd fyri slíkum sendingum.
Eitt slag í andlitið
Bill Justinussen vísir á, at hóast tað bæði er loyvt at drekka brennivín og at roykja sigarettir í Føroyum, er tað ólógligt at lýsa við tí.
Hann staðfestir hinvegin, at tað er beinleiðis ólógligt bæði at selja og at brúka hassj og sostatt er tað heldur ikki loyvi at lýsa fyri tí undir nøkrum umstøðum.
- Men tað gjørdi hendan sendingin at kalla ótálmað og tí er talan um greitt brot á lógina og á almenna fyribyrgingarpolitikkin.
- Sendingin var eitt slag í andlitið á politiska myndugleikunum, á løgregluni og á tollvaldinum, sum øll gera eitt stórt arbeiði fyri at tálma nýtsluni av rúsevnum.
Og sendingin var eisini eitt slag í andlitið á øllum foreldrum, sum hvønn dag stríðast ein harðan kamp fyri at bjarga sínum børnum snikkaleys ígjøgnum ungdómsárini.
Bill Justinussen tekur hetta í so stórum álvara, at beinanvegin sendingin byrjaði og hann hvønn veg tað bar, og hann ringdi hann til løgregluna beinanvegin og vildi hava tey oman í upptøkuhølið í Rás2 at handtaka mannin á staðnum.
- Maðurin sat í upptøkuhølunum á Rás2 og greiddi frá, hvussu hann roykti hassj og sostatt sat hann beinleiðis og viðgekk lógarbrot.
- Tí helt eg, at tað varð sjálvsagt, at maðurin varð handtikin beinanvegin.
Løgtingsmaðurin sigur, at hevði ein maður siti fyri tendraðari mikrofon og viðgingið eitt dráp ella okkurt annað lógarbrot, hevði løgreglan uttan iva skunda sær á útvarpsstøðina at handtikið hann.
- Prinsippið er tað sama, hóast eg ikki skal samanbera dráp og hassjmisbrúk.
Men tað helt løgreglan ikki, at hon kundi og tískil hevur Bill Justinussen aftan á meldað skrivliga fyri fútanum.
Út um mark
Bill Justinussen sigur, at hann veit væl, at talifrælsið er ein av grundsúlunum í okkara fólkaræðið.
Men hann heldur samstundis, at talifrælsi krevur eisini ábyrgd og í hesum føri er Rás2 farin út um alt mark.
Men hóast Bill Justinussen hevur meldað, ætlar hann ikki steðga her.
Tá ið Løgtingið hevur fund mikudagin, fer hann at spyrja Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum um hon við góðari samvitsku kann lata Rás2 varðveita sendiloyvið eftir hetta.
- Hendir onki í hesum máli, vil eg hava hana at taka sendiloyvið frá Rás2. Kann ein fjølmiðil sleppa væl frá slíkum, kunnu vit akkurát tað sama sleppa øllum fyribyrgingarpolitikki, sigur Bill Justinussen.
- Eg vil hava, at vita, hvat landsstýriskvinnan heldur um málið og so takið eg tað haðani frá, leggur hann afturat.
Rás2 helvtina av gjaldinum
Men Bill Justinussen, tú hevur fyrr skotið upp, at Rás2 fær helvtina av tí gjaldi, sum allir føroyingar hvørt ár rinda Kringvarpinum. Stendur tú framvegis við tað?
- Ja, tað meini eg framvegis. Men tað hevur onki við hetta málið at gera, men kravið er sjálvandi, at Rás2 lýkur treytirnar og hesuferð er rásin farin út um mark.
Men nú rør tú framundir, at Rás2 skal missa sendiloyvið?
- Tað er fyri at skera málið út í papp. Eg havi ikki kravt, at tað skal verða úrslitið og tað vænti eg heldur ikki at tað verður. Men treytin er sjálvandi, at ein sending sum hendan ikki endurtekur seg. So leingi Rás2 lýkur treytirnar, er talan um minst líka gott útvarp sum tað hjá Kringvarpinum, men sum støðan er nú, er kappingin ómetaliga ójøvn, sigur Bill Justinussen.
Vit hava fleiri greinar um sama evnið aðrastaðni í blaðnum.
Ì stuttum
Bill Justinussen í fráboðan til fútan:
...Fyri tey ungu, sum hoyrdu sendingina, kann boðskapurin vera farin beint inn og hava elvt til, at tær ávaringar og lógarforboð, sum almennu Føroyar standa fyri, missa ávirkan. Sendingin kann væl hava havt ta ávirkan, at lurtarar hava fingið ein jaligan hugburð til ólógliga rúsevnið, og kann væl hava ávirkað lóglýdnar borgarar til at umhugsa sítt lóglýdni viðvíkjandi rúsevninum. Sendingin kann enntá hava havt ta ávirkan, at onkur, sum ikki áður hevur umhugsað at fara at nýta hash, nú fer at umhugsa tað og møguliga nýta tað eisini...
Bill Justinussen í fráboðan til fútan:
...Eg meti, at sendingin var til miklan skaða fyri øll tey, sum lurtaðu, og at serliga tey ungu kunnu hava fingið stóran skaða, tí sendingin vendir sær beint ímóti tí, sum foreldur, myndugleikar og løgregla støðugt ávara føroyskan ungdóm ímóti....
Spurningur frá Bill Justinussen til landsstýriskvinnuna í mentamálum:
...Hash er ólógligt evni í Føroyum. Hóast hetta gav Rás2 í tveir tímar rúm fyri reklamu fyri ólógliga rúsevninum. Rás2 hevur sendiloyvi frá landsstýrinum. Landsstýrið hevur ein fyribyrgingarpolitikk, sum gjøgnum lóggávu og eftirlit ger alt fyri at fyribyrgja sølu og nýtslu av hash.
Hvørji stig tekur landsstýriskvinnan í sambandi við, at ein útvarpsstøð við sendiloyvi frá landsstýrinum loyvir reklamu fyri ólógligum rúsevnum
Hvussu tryggjar landsstýriskvinnan sær, at treytirnar í sendiloyvunum verða loknar...