Aftur í dag føldi Páll á Reynatúgvi, løgtingsformaður, seg noyddan til at harta løgtinslimir, tí teir eru so ófriðarligir í Løgtinginum. Í gjár sleit hann løgtingsfundin í eitt korter av somu orsøk, men í dag ásannaði hann, at tað hevði ikki hjálpt serliga leingi. Tí aftur í morgin hevur tað verið ein sussan og ein sjóðan av práti í tingsalinum, so at røðarar hava verið við at missa tráin.
Páll á Reynatúgvu helt fyri, at hóast løgtingslimir ikki eru frægari enn næmingar í fyrsta flokki, var hann kortini sinnaður at geva teimum ein lítlan møguleika afturat »at sita friðarlig og kvirr og lurta ímeðan røðarin hevur orðið«, sum hann tók til.
Tað hevur hjálpt, tí síðani hevur tað verið friðarligari. Men samstundis hevur Løgtingið aftur borið so í bandi, at tað verður ikki heilt enn, at tey sleppa í jólafrí. Poul Michelsen hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at siga Hoyvíkssáttmálan við íslendingar, upp.
Men hann sigur, at tað er avgerðandi, at hann kann sigast upp fyri 1. januar. Tí bóðu tey Løgtingið samtykkja at víkja frá øllum tíðarfreistum, so at málið kann avgreiðast beinanvegin. Men tað varð felt, og sostatt skulu allar tíðarfreistir haldast – og tað merkir, at tað skulu ganga nakrir dagar ímillum hvørja viðgerð í Løgtinginum.
Tað sama hendi í gjár við uppskotinum frá Høgna Hoydal um at halda fram við fiskidagaskipanini í eitt ár afturat. Annars var ætlanin, at Løgtingið skuldi fara í jólafrí í dag.