Løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk diskriminerar heilsuliga skerd á arbeiðsmarknaðinum

Ingrid S. Henriksen
-----

Í sambandi við, at løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk í mai 2012 varð skundað ígjøgnum og samtykt av løgtinginum, gjørdu fleiri áhugafeløg hjá MBF, Landsfelag Pensjónista umframt fleiri fakfeløg vart við, at Kapitul 6. og 7. í §§ 21, 22, 23 og 24 - í nevndu lóg – um sonevnd “tillagað størv” og “meirarbeiði” til fólk við heilsuligum breki eru lógarásetingar, sum diskriminera tey, ið hava ella fáa skerdan arbeiðsførleika orsakað av varandi sjúku ella skaða.

Løn og pensjónsgjald fleiri túsund krónur lægri um mánaðin

Fólk, ið grunda á varandi sjúku ella skaða hava ella fáa skerda arbeiðsorku og sum eru vanligir lønmóttakarar, tað veri seg lærarar, sjúkrarøktarfrøðingar, pedagogar, skrivstovufólk ella aðrir líknandi starvsfólkabólkar - fáa sambært Kapitul 6. og 7., í lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, nevniliga ikki arbeiði til vanligar sáttmálabundnar treytir ella sáttmálabundna løn, men fáa løn og pensjónsgjald, ið aloftast er fleiri túsund krónur lægri um mánaðin enn sáttmálarnir á avvarandi fakøkjum áseta.

Føroya Lærarafelag vísti í hoyringsskrivi sínum, til nevnda lógaruppskot um arbeiðsfremjandi tiltøk, til, at lærari sum gerst 1/3 óarbeiðsførur, sambært Kapitul 6. í lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk fer úr 30.000 kr. um mánaðin niður í 22.800 kr. um mánaðin. Og at lønarmissurin hjá slíkum lærara sostatt varð heilar 7.200 kr. um mánaðin. Hetta og líknandi onnur dømi vísa, at ásetingarnar í Kapitul 6. og 7. í lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk á álvarsaman hátt skerja fíggjarliga inntøkugrundarlagið hjá heilsuliga skerdum.

Verður lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk ikki broytt, fer trýstið at fáa passiva fyritíðar-pensjón at vaksa

Kunnu varandi sjúk og skadd í framtíðini einans fáa arbeiði til undirløn sambært lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, verður støðan óiva tann, at insitamentið til at royna at arbeiða hóast sjúku ella skaða og harvið royna at forsyrgja sær sjálvum, hvørvur. Kapitul 6. í Lóg um arbeiðsfremjandi tiltak virkar beinleiðis sum lóg um arbeiðsskjerjandi tiltak. Skerda lønin ger, at heilsuskerd fólk hóast tey arbeiða, ikki hava møguleika at klára seg við avmarkaðu lønini. Verður Kapitul 6. í lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk ikki broytt, fer innbygda lønardiskriminatiónin og sosiala dumpingin í nevnda kapitli uttan iva at elva til, at trýstið, at fáa passiva fyritíðarpensjón fer at vaksa.

Fyrimyndarreglur hjá ST áseta – at lógir og reglugerðir á arbeiðsmarknaðinum mugu ikki gera mismun á fullførum og brekaðum fólki.

Við at samtykkja Kapitul 6. og 7. í Løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk hevur løgtingið vónandi ikki tilvitað men vónandi ótilvitað ella óviljað gjørt seg inn á STmannarættindini hjá heilsubrekaðum, tá umræður javnbjóðis treytir viðv. luttøku á arbeiðsmarknaðinum. Mint skal, í hesum sambandi, verða á, at Almanna- og heilsumálastýrið longu í 1999 gav út bókling, har tásitandi landsstýrið tók fult undir við meginreglu um ikki at gera mismun á frískum og heilsubrekaðum á arbeiðsmark-naðinum. Bóklingurin sum Almanna- og heilsumálastýrið gav út í 1999 hevði heitið “Fyrimyndarreglur hjá sameindu tjóðum um at útvega Javnlíkar møguleikar fyri Brekað fólk”. Í nevnda bóklingi varð sagt í Reglu 7, s. 23, at “lógir og reglugerðir á arbeiðsmarknaðinum mugu ikki gera mismun á fullførum og brekaðum fólk.”

Heilsuliga skerd eiga at fáa arbeiði til vanligar sáttmálabundnar treytir og vanliga sáttmálabundna løn og ikki diskriminerandi undirløn

Vísandi til, at Føroyar longu í 1999 tóku undir við Fyrimyndarreglum hjá ST um, at útvega Javnlíkar møgulleikar fyri brekað fólk og har staðfest varð, at lógir og reglugerðir á arbeiðsmarknaðinum ikki mugu gera mismun á frískum og heilsubrek-aðum fólki, verður við hesum heitt á lóggevandi myndugleikan landsstýrið og løgtingið at taka av/strika Kapitul 6. og Kapitul 7. í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk. Landsstýrið og Løgtingið eiga í staðin at koma við og samtykkja løgtingslóg, sum staðfestir at heilsuliga skerd fólk skulu hava arbeiði til vanligar sáttmálabundnar treytir og vanliga sáttmálabundna løn og ikki sum nú einans arbeiði á vanliga arbeiðsmarknaðinun til avtalaða og diskriminerandi undirløn.