Løgtingskvinnurnar fyri Framsókn fara nú uttan um samgonguna

Framsókn er nú farin í sjálvdrátt í samgonguni. Tað er greitt, nú tær báðar tingkvinnurnar hjá flokkinum, Ruth Vang og Hanna Jensen, hava lagt uppskot fyri Løgtingið um at útseta ætlanina at fara frá núverandi fiskidagaskipan, til eina kvotuskipan.

 

Eftir ætlan skuldi tað henda nú á nýggjárinum, men nú hava tær skotið upp at bíða í eitt ár til 1. januar 2020

 

Tær báðar siga, at tær leggja uppskotið fram tí at arbeiðið at meta um fyrimunir og vansar við kvotum, afturímóti núverandi fiskidagaskipan, er ikki liðugt. Tískil eru bæði vinnan, og politiska skipanin, komin til tað vegamót, at skotbráið er ov stutt at at seta so stórr broytingar í verk í høvuðsvinnuni.

 

Nú eru tveir mánaðir eftir til kvotaskipanin skuldi verða sett í gildi enn hevur høvuðsvinnan eingi boð hevur fingið um tær niðurstøður, hetta fyrireikingararbeiði hevur, og heldur ikki er politiska skipanin er kunnað um, hvussu langt hetta arbeiði er komið.

 

– Tí er rætt og rímiligt, at gildiskoman av hesum parti av lógini verður útsett enn eitt ár, so arbeiðið við hesum týdningarmikla spurningi fær ta rúmd, tað eigur at fáa, siga tær báðar.