Løgtingskvinnur skulu nú sleppa at vera kvinnur

Løgmaður sigur, at hann hevur kallað allar flokkar á tingi saman at viðgera málið

Ein løgtingskvinna skal vera ein kvinna og ein løgtingsmaður skal vera ein maður. Tað er ein boðskapur hjá Bárði á Steig Nielsen, formanni í Sambandsflokkinum, og løgmanni, á landsfundi hjá Sambandsflokkinum í morgin.

Fundurin var hildin undir korona-treytum og tað merkir, við tað vóru fá fólk á fundi og at tað var gott pláss ímillum tey.

Hesa seinastu tíðina hevur nógv kjak verið um heitini á politikarum, tí formliga eita øll løgtingsmenn og landsstýrismenn, eisini tá ið talan er um kvinnur.

Tíðliga í ár løgdu tveir »løgtingsmenn«, Ingilín Didriksen Strøm úr Javnaðarflokkinum, og Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi, uppskot fyri Løgtingið um at broyta starvsheitini, soleiðis at tær kunnu verða nevndar løgtingskvinnur, heldur enn løgtingsmenn, sum lógin sigur, at tær skulu nevnast.

Uppskotið varð ikki samtykt, men tað elvdi til nógv kjak og á landsfundinum í morgun, tók Bárður á Steig Nielsen, spurningin upp aftur. Í hesum sambandi segði hann, at hann hevur kallað allar floksformenninar til fundar at viðgera spurningin.

Sjálvur heldur hann, at tað hevur stóran týdning, at vit fáa broytt hesi heiti, so at ein kvinna følir seg sum eina kvinnu og ein maður følir seg sum ein mann.

– Øll eiga at verða umtalað sum tað kynið, tey eru. Vit vilja tryggja okkum, at heitini í almennu skipanini verða broytt, so at ein løgtingskvinna er ein kvinna og ein løgtingsmaður er ein maður, segði hann.