Búskapar og Løgfrøðingafelagið hevur nú heitt á Løgtingsins Umboðsmann um at kanna um alt fór rætt fram, tá ið illa umstrídda starvið sum aðalstjóri í uttanríkisráðnum varð sett fyrr í summar.
Tað váttar forkvinnan, Jóanna Djurhuus, fyri Sosialinum.
Hóast málið hevur verið nógv umrøtt, tykist eingin at hava fult innlit í tað og gitingarnar og illgitingrnar hava av somu orsøk verið nógvar.
Hon sigur, at Løgtingsins Umboðsmaður er tann einasti, sum hevur møguleika fyri at faa atgongd til alt skjalatilfarið í málinum, bæði bæði hvat viðvíkur sjálvari setanini og hvat fyrireikingini til setanina viðvíkur.
Millum annað sigur forkvinnan í felagnum, at tað er eingin loyna, at spurnartekin hevur verið sett við ymisk viðurskifti í sambandi við málið.
Í hesum sambandi hevur eisini spurningurin um gegni hjá limun í setanarbólkinum verið nevndur.
- Skuldi Umboðsmaðurin komið til ta niðurstøðu, at reglur um gegni ikki hava verið hildnar, skuldi naturliga fylgjan av hesum verið, at setanartilgongdin gongur umaftur.
Felagið undraast eisini á, at løgmaður alment hevur nýtt fleiri ymsar grundgevingar fyri avgerðini um at seta.
Í Dimmalætting, í Kringvarpinum og á Løgtingsins røðarapalli hevur hann nevnt, at "avgerðin bygdi á eina heildarmeting". Hann hevur eisini sagt, at "tað hevði verið óhoyrt at gingið móti tilmælinum frá Jørgen Niclasen" og ein triðja grundgeving hevur verið "at setti aðalstjórin, eftir meting løgmans, var tann einasti, sum var førur fyri at fremja neyðugar skerjingar í sambandi við, at játtanin til Uttanrikisraðið fór at verða lækkað".
- Samanumtikið hava vit tískil heitt á Løgtingsins Umboðsmann um at kanna sum heild, um tey atlit, sum lógu til grund fyri avgerðini, vóru í samsvar við vanligar fyrisitingarrættarligar meginreglur og harvið 1óglig, sigur Jóanna Djurhuus.









