Joen H. Andreasen, sum verður Løgtingsins umboðsmaður, hevur fingið arbeiðshøli, har hann skal halda til komandi tíðina.
Arbeiðshøli hansara verða í Niels Finsensgøtu 37 í gamla Fossbankanum. Umframt Løtingsins umboðsmann heldur Realkreditstovnur Føroya eisini til í gamla Fossbankanum.
Í sambandi við at Løgtingsins umboðsmaður fer undir virksemi sítt, verður móttøka hildin fyri innbodnum í hølunum í Niels Finsensgøtu tann 1. mai, har høvi verður at síggja hølini.










