Búskapar og Løgfrøðingafelag Føroya hevur nú heitt á Løgtingsins umboðsmann um at kanna um alt fór rætt fram, tá ið nógv umstrídda starvið sum aðalstjóri í uttanríkisráðnum varð sett fyrr í summar. Felagið sigur, at eingin tykist hava fult innlit í málið, og gitingarnar og illgitingrnar hava av somu orsøk verið nógvar.
Hinvegin er Løgtingsins Umboðsmaður tann einasti, sum hevur møguleika at fáa atgongd til alt skjalatilfarið í málinum, bæði hvat viðvíkur sjálvari setanini og hvat fyrireikingini til setanina viðvíkur.
Í hesum sambandi heitir felagið á Umboðsmannin um at kanna, um reglurnar um gegni vórðu hildnar tá ið starvið varð sett og tá ið setanarbólkurin varð settur.
Og skuldi Umboðsmaðurin komið til ta niðurstøðu, at reglurnar um gegni ikki hava verið hildnar, skuldi naturliga fylgjan av hesum verið, at setanartilgongdin varð framd av nýggjum.
Aftrat hesum hevur tað eisini elvt til undran og ivasemi at løgmaður alment hevur nýtt fleiri ymsar grundgevingar fyri avgerð síni í sambandi við setanina.
Í Dimmalætting, í Kringvarpinum og á Løgtingsins røðarapalli hevur hann sagt, at
?avgerðin bygdi á eina heildarmeting?. Eina aðru ferð var grundgevingin, at ?tað hevði verið óhoyrt at gingið móti tilmælinum frá Jørgen Niclasen? og triðju ferð var grundgevingin, ?at setti aðalstjórin, eftir meting 1øgmans, var tann einasti, sum var førur fyri at fremja neyðugar skerjingar í sambandi við, at játtanin til Uttanrikisraðið fór at verða lækkað?.
Búskapar og Løgfrøðingafelagið heitir eisini á Løgtingsins umboðsmann um at kanna sum heild, um tey atlit, sum lógu til grund fyri avgerðini, vóru í samsvar við vanligar fyrisitingarrættarligar meginreglur og harvið 1óglig.