Løgtingsins pappírstikari

Oddagrein:

Tá umsitingin sleppur at kanna seg sjálva, so kann hon hava lyndi til at fríkenna seg sjálva. Tað vil so vera. Hetta er helst tann sannroyndin politikarar hava gjørt sær, tá teir í sínari tíð avgjørdu at seta ein Løgtingsins Umboðsmann, sum skuldi vera fólksins verji móti skeivari umsiting i tí almenna. Hartil kemur, at Umboðsmaðurin fyrst og fremst er Løgtingsins eftirlit við fyrisitingini.

 

Løgtingsins Umboðsmaður hevur nú nøkur ár á baki, og ivasamt er, um álitið á okkara umsiting veruliga er vaksið í tíðarskeiðnum. Mangar átalur eru falnar, men ikki kann sigast, at nógvar avleiðingar hava verið tiknar.

 

Vit frættu fyri stuttum, at Innlendismálaráðið fekk eina álvarsliga átalu fyri óneyðuga langa viðgerðartíð av einum máli. Hvørja avleiðing tekur Innlendismálaráðið av hesum? Neyvan nakra. Um rætt var, so tók aðalstjórin í ráðnum ábyrgd av hesum. Ein álvarslig átala frá Løgtingsins Umboðsmanni er ikki nakað, ið eitt aðalstýri skal fáa meiri enn eina ferð undir somu leiðslu.

 

Trupulleikin er bara, at seinastu árini eru mangar átalur falnar til umsitingina, uttan at stórvegis avleiðingar hava verið tiknar. Hetta er ikki gott fyri skipanina.

 

Umsitingin kann av hesum missa trúvirði, tí at hennara vantandi fakligi førleiki verður avdúkaður, uttan at nakrar avleiðingar verða tiknar. Løgtingsins Umboðsmaður er samstundis í vanda fyri at missa trúvirði, tí at eingin tykist taka nakra sum helst avleiðing av hansara niðurstøðum.

 

 

Taparin í øllum hesum verður borgarin, sum ikki hevur nøktandi verju móti skeivari umsiting, sum tíverri kann koma fyri. Løgtingsins Umboðsmaður er vorðin mestsum ein pappírstikari, sum almenna umsitingin ikki tykist taka fyri fult. Hví skal hon eisini tað, tá landstýrisfolkini ikki taka sína ábyrgd í álvara og syrgja fyri, at ein álvarslig átala fær avleiðingar fyri rætta viðkomandi.

 

 

Tað sær tíverri út til, at borgarin noyðist í rættin við umsitingini, um hon fremur lógarbrot ella umsitir skeivt. Hetta er ikki haldbart, tí at tað hava fá orku til.

 

Tað er demokratiskt óforsvarligt at hava eina umsiting, sum sleppur at ansa sær sjálvum. Antin byrja politikarnir at vísa seg sum sterkir politikarar og seta umsitingina á sítt borgaratænandi pláss, ella kunnu teir eins væl umhugsa, um tað tænir nøkrum endamáli at varðveita Løgtingsins Umboðsmann!