Nú Poul Michelsen er givin í politikki, er tað er ein markantur politikari, sum hevur lagt frá sær.
Tað segði Jógvan á Lakjuni, sum er løgtingsformaður og sum hevur samstarvað við Poul Michelsen í nógv ár.
T´á ið Poul Michelsen fríggjadagin boðaði frá, at hann gavst í politikki, vildi Løgtingsformaðurin bera honum eina heilsan frá Løgtinginum og umsitingini í Løgtinginum
Poul Michelsen hevur verið í politisku skipanini í næstan 30 ár, tí hann varð valdur til býráðsformann í Havn í 1981 og tað starvið røkti hann til 1992. Í 1984 varð hann valdur í Løgtingi fyri Fólkaflokkin, har hann sat til 1990.
Síðani 2002 hevur hann aftur havt sæti á Løgtingi. Tey fyrstu árini fyri Fólkaflokkin, men í 2010 fór hann úr Fólkaflokkinum og árið eftir, í 2011, stovnaði hann sín egna flokk, Framsókn, sum hann hevur umboðað á tingi síðani.
Tey fýra árini, frá 2015 til 2019, var hann landsstýrismaður í uttanlandsmálum og í vinnumálum og hann varð afturvaldur á Løgting á valinum í fjør.
Nakað síðani varð hann eisini gjørdur til finskur konsul í Føroyum, men umframt tað politiska lívið, hevur hann eisini verið íðin vinnulívsmaður, og hevur bygt eitt stórt virki upp, har eini 60 fólk nú arbeiða.
Í ítrótti hevur hann eisini gjørt vart við seg, har hann hevur verið HB-ari um ein háls. Men Wikipedia veit at siga, at hann spældi eisini badminton og borðtennis, og hann hevur verið Føroyameistari bæði í fótbólti, badminton og borðtennis – og at hann hevur havt tann sjáldsama heiður at verða á landsliðnum í bæði fótbólti, badminton og borðtennis.
– Poul Michelsen hevur verið ein markantur politikari, sum hevur sett síni fingramerki í føroyskan politikk, og tað er eingin ivi um, at tað verður saknur í hansara rødd, nú hann gevst í politikki, segði Jógvan á Lakjuni.
– Góði Poul, eg fari at takka tær fyri tína tíð í politikki og fyri títt íkast í politikki til demokratisku skipan, og eg fari at ynskja tær og tínum, alt tað besta, og Guds signing í leiðini frameftir í ókomnum tíðum, segði Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, í farvæl røðu síni til veteranin í Framsókn, sum nú leggur gevst í politikki.
Eisini aðrir politikarar nýttu høvið til at heilsa Poul Michelsen:
Les eisini: Hann var ein hetja í mínum barnahjarta
https://www.in.fo/news-detail/news/vit-fara-at-sakna-teg-saran-i-loegtinginum/Les eisini: Vit fara at sakna teg sáran í Løgtinginum