Skal ein vanligur løntakari hava so lukrativ pensjónsviðurskifti, sum ein landsstýrismaður, so skal hann gjalda yvir 100.000 krónur í eina pensjónsskipan um mánaðin! Ja, tú læs rætt, yvir 100.000 krónur um mánaðin!
Tað er so deiliga bekvemt, tá tú sjálvur gert av tíni lønarviðurskifti og tíni skattaviðurskifti og tíni pensjónsviðurskifti.
Tingfólk gera hetta av sjálvi 100 prosent.
Og so geva tey onkrum teirra uppgávuna at hava ábyrgdina, til dømis formansskapinum á tingi og løgmanni.
So tá uppskot kemur um at broyta lukrativu viðurskiftini, so skylda tey upp á tann, sum átti at havt ábyrgdina fyri at tryggja sær, at einki hendir, at eingin broytir lukrativu lønar-, skatta- og pensjónsviðurskiftini.
Summi viðurskifti í føroyskum politikki eru statisk. Tildømis hetta um skattafríu lønina hjá politikarum.
Mottoið hjá meirilutanum í fíggjarnevndini er í øllum førum:
Vertin á Palliba, bara vit fáa nóg mikið!










