Løgtingsfólk varðveita koyristuðulin

Koyristuðulin til fólk, sum hava minni enn 50 km til arbeiðis, fellur burtur, men koyristuðulin til løgtingsfólk verður ikki rørdur

Koyristuðulin til fólk, sum hava langan veg til arbeiðis, verður nú minkaður við tveimum milliónum krónum.
Tað verður gjørt upp á tann mátan, at tey, sum hava minni enn 50 km til arbeiðis aftur og fram, fara hereftir ongan stuðul longur at fáa, og stuðul verður latin í mesta lagi í 220 dagar.
Hetta merkir, at heilt nógv fólk fara at missa ferðastuðulin.
Men samstundis verður ikki rørt við ferðastuðulin, sum løgtingsfólk fáa, sjálvt um tey frammanundan fáa væl meira enn onnur í stuðuli. Hesin stuðul er ásettur við lóg.
Tey fáa flutningskostnaðin endurgodnan við at ferðast við egnum bili við Strandferðsluni 100 ferðir um árið, og tey fáa koyripening millum Heimstað og Tórshavnar 100 ferðir um árið.
Tingfólk, sum búgva í Havn, í Hoyvík, á Argjum og á Hvítanesi fáa tó ongan stuðul.
Tað eydnaðist í dag hvørki at fáa viðmerking frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum ella løgmanni. Formaðurin í fíggjarnevndini hevði ikki hug at gera nakra viðmerking.
Sum skilst er ikki semja í samgonguni um hetta uppskot, ið ikki hevur verið til hoyringar.
John Johannesen, formaður í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum er als ikki nøgdur við, at skarvast skal av ferðastuðlinum hjá vanligum arbeiðsfólki og ikki hjá tingfólkum. Hann heldur tað ikki líkjast nøkrum, at tingfólk fáa fleiri ferðir so nógv í ferðastuðli sum onnur fyri at koyra sama tein til arbeiðis.

Munur á fólki
- Summi tosa um at lækka tinglønina hjá tingfólkum. Lønin er einki at tosa um. Heldur eigur at verða hugt eftir stóru viðbótunum, sum summi tingfólk fáa, sigur John Johannesen.
Ein sammeting av, hvusu nógv ein vanligur løntakari og ein tingmaður búsitandi í eitt nú Klaksvík vísir, at løntakarin fær 15.603 krónurum árið fyri at ferðast millum Klaksvík og Tórshavn. Tingfólkið fær 83.120 krónur.
Ein løntakari í Sandoynni við arbeiði í Havn, fær 4.704 krónur í ferðastuðuli. Tingfólkið fær 37.320 krónur.
Ein vágbingur, sum arbeiðir í Havn, fær 11.193 krónur um árið. Tingfólkið við bústaði í Vági fær 61.280 krónur.