Nú fer Løgtingið at viðgera eitt uppskot um at játta nýggj skip til Strandferðsluna. Í samband við at Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri næsta á, hava Tjóðveldi og Framsókn skotið upp, at játta 30 milliónir til at fara undir at byggja nýtt skip til Nólsoyar og til at fara undir at fyrireika arbeiðið at endurnýggja flotan hjá Strandferðsluni annars Tí mælir Tjóðveldi eisini til at seta 75 milliónir av um árið í árunum frá 2022 til 2025, til endamálið.
– Ein ætlan eigur at vera løgd fyri at projektera og byggja nólsoyarskip beinanvegin og samstundis eiga vit at seta pening av til at endurnýggja ferjunurnar hjá Strandferðsluni hesi næstu árini, siga tey í eini fráboðan í kvøld.
– Tíðarhóskandi ferðasamband er bráðneyðugt, og tí eiga flokkarnir á tingi at ganga saman um eina greiða ætlan fyri at endurnýggja strandfaraflotan, og verða 300 – 350 milliónir settar av hesi næstu árini, ber til at endurnýggja flotan, sum sambandið við smærru oyggjarnar, siga tey, sum seta uppskotið fram.
– Tørvur er á at byggja nýggja nólsoyarferju sum skjótast, eins og tørvur er á einari ætlan fyri at byggja nýggjar ferjur til allar tær smærru leysu oyggjarnar.
– Í fíggjarætlanini hjá samgonguni eru pengar ikki settir av til endamálið fyrr enn í 2025. Henda íløga kann ikki bíða til næsta valskeið. Vit heita tí á allar flokkar um at finna semju um fígging til nýggj strandfaraskip, siga tey.