Løgtingið viðger málið um at útseta kvotaskipanina

Seks mál fáa fyrstu viðgerð í løgtinginum í dag

Á løgtingsfundinum í dag kemur uppskotið um at útseta kvotaskipanina í fiskivinnuni til fyrstu viðgerð. 

Málið er serstakt á tann hátt, at samgongutingkvinnurnar Ruth Vang og Hanna Jensen løgdu uppskotið fram av fyrstan tíð. Tað skapti rumbul í samgonguni, og semja var gjørd um, at tær skuldu taka uppskotið aftur. Tað gjørdu tær í farnu viku, men tingskipanin gevur møguleika fyri, at annað tingfólk kann leggja uppskotið fram aftur, og tað gjørdi formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen. Nú skal málið so hava fyrstu viðgerð.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, segði við Kringvarpið í gjárkvøldið, at Fiskimálaráðið megnar ikki at fáa kvotaskipanina klára til ársskiftið, og tí verður skipanin útsett eitt ár. Hildið verður fram við fiskidagaskipanini. 

Løgtingið skal í dag eisini viðgera tvey onnur mál um fiskivinnu, eitt mál er um netpartin hjá SEV, og tvey mál eru um endurvenjing.

Løgtingsfundurin í dag byrjar kl. 10:00.