Løgtingið hevur í morgun fyrstu viðgerð av uppskoti landsstýrisins um broyting av løgtingslo?g um lækking av ferðaavgjaldinum. Eftir uppskotinum kemur løgtingslógin í gildi 1. oktober 2013.
Í Ia?litinum til uppskot til løgtingsfi?ggjarlo?g fyri fi?ggjara?rið 2013 mælir fi?ggjarnevndin løgtinginum til at lækka a?rligu ja?ttanina til ferðagjald við 3 miljónum krónum - úr 14 og niður í 11 miljónir krónur. Løgtingið samtykti uppskotið fra? fi?ggjarnevndini, og endama?lið við uppskotinum er at fremja samtyktina hja? løgtinginum.
Landssty?rismaðurin i? fi?ggjarma?lum skjýtir upp, at gjaldið, sum i? dag er 120 kro?nur fyri hvørt ferðafo?lk, sum verður flutt u?r Føroyum, verður lækkað niður i? 95 kro?nur.
Fi?ggjarma?lara?ðið metir, at ein a?rlig lækking av inntøkuja?ttanini a? 3 miljónir krónur gevur grundarlag fyri at lækka gjaldið við 25 krónum.
- Metingin er grundað a? upply?singar fra? flutningsfeløgunum um talið av ferðandi. Umframt beinleiðis avleiðingina av at lækka inntøkuja?ttanina 3 miljónir krónur, er metingin eisini grundað hækkandi ferðafo?lkatal, sum merkir eykau?treiðslur, men samstundis eisini ymiskar avleiddar inntøkur.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, vísir á, at orsakað av, at uppskotið ikki fær gildi fyrr enn 1.oktober i? a?r, verða u?treiðslurnar fyri landskassan i? hesum a?ri 700-800.000 krónur.
Fi?ggjarnevndin heldur, at landssty?rismaðurin eigur at gera eina ætlan, so at hetta gjald eftir nøkrum a?rum verður strikað. Hesa áheitan tekur landssty?rismaðurin til eftirtektar og fer at taka ma?lið upp til viðgerðar i? landssty?rinum.