Løgtingið viðger fíggjarlógina í kvøld

Eftir ein drúgvan dag fer løgtingið í kvøld undir 2. viðgerð av uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2008.

Rás2 sendir orðaskiftið beinleiðis, frá klokkan 19. Tingfundurin byrjaði klokkan hálvgum tíggju fyrrapartin, og 18 mál eru á skránni. Seinasta punkt á dagsskránni fyri tingfundin er 2. viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2008.

Í tíðindunum á Rás2 klokkan 11 og klokkan 12 varð staðfest, at Landssjúkrahúsinum fer at tróta 30 milliónir krónur í ár - bara fyri at varðveita verandi virksemi.

Ítøkiliga trýtur landssjúkrahúsinum átta milliónir krónur til lønir. Sjey milliónir krónur til hækkingar á heilivági. Fimm milliónir krónur til vørur til sjúkrarøkt. Fýra milliónir krónur til vikarar. 1,5 milliónir til dýrkandi oljuútreiðslur. 400.000 krónur til dýrkandi matvøruprísir, umfrmat at aðrar hækkingar fara at kosta Landssjúkrahúsinum fýra milliónir krónur afturat.

Í samband við fíggjarlógarviðgerðina hevur Landssjúkrahúsið latið Almanna- og Heilsumálaráðnum eina frágreiðing, sum ger støðuna upp á sjúkrahúsinum. Sambært hesi frágreiðing, sum Rás2 hevur fingið innlit í, fer tað at kosta 374 milliónir krónur at reka landssjúkrahúsið í ár - bara fyri at varðveita verandi tænastur. Men í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2008 er játtanin til Landssjúkrahúsið 344 milliónir krónur.

Fíggjarnevndin nevnir í sínum áliti einki um tær 30 milliónirnar, sum fara at mangla í hjá landssjúkrahúsinum. Orsøkin er einfalt tann, at fíggjarnevndin hevur ongantíð fingið upplýsingarnar frá Fíggjarmálaráðnum.

Rás2 sendir orðaskiftið í løgtinginum beinleiðis, nú fíggjarlógaruppskotið kemur til 2. viðgerð í kvøld. Vit byrja at senda kl. 19.