Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, sum var í panelinum, fekk nakrar ákoyringar fyri hetta. Hann vísti kortini á, at hetta var gjørt til tess at sleppa undan at sortera millum valevnini, og at øll harvið sleppa framat. Hann hugleiddi eisini um, hvussu nógv valstríðið er kommersialiserað síðani aldaskiftið. Hann helt kortini, at Demokratia gongur á odda við at føra kommersielt valstríð. Demokratia fíggjar eina greinarøð í Dimmlætting, har ein journalistur skrivar positivt um javnstøðu fyri almennar pengar. Tað helt hann vera kommersialisering, sum vil nakað.