Tjóðveldisflokkurin
Løgtingið hevur nú samtykt uppskot Tjóveldisfloksins um burðardygt margfeldi.
Í samtyktini verður heitt á landsstýrið um at taka stig til at fylgja sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldi og at lýsa margfelda lívið í føroysku náttúruni.
Altjóða sáttmálabundnar skyldur at verja náttúruna og at tryggja fyrisitingarligar, skilagóðar og vælgrundaðar avgerðir náttúruni viðvíkjandi hvíla á Føroyum.
Í 1993 samtykti Løgtingið sáttmálan um lívføðiligt margfeldi. Sáttmálin er sera víðfevndur. Nógvar ásetingar eru í honum, og ein teirra er 2010 málið um at støðga afturgongdini av lívfrøðiligum margfeldi
Lívfrøðingar í Føroyum halda gongdina í náttúruni sum heild vera sera negativa, og at ongar veruligar kanningar verða gjørdar, sum lýsa hesa afturgongd, ella hvat gerast skal fyri at støðga henni.
Tíverri eru týðiligar ábendingar um, at einki røkist fyri, at vit í heila tikið ætla okkum at halda altjóða skyldur okkara á hesum øki. Tað tekur fleiri ár at savna neyðuga vitan hesum viðvíkjandi, og einki røkist fyri, at fakligur førleiki verður settur av til hetta arbeiðið.
Løgtingið hveur við samtyktini í dag tikið stig til at fylgja hesum millumtjóða sáttmála, og heitt á landsstýrið um at fylgja sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldi og lýsa margfelda lívið í føroysku náttúruni.