Løgtingið samtykt upphavsrætt

Løgtingið samtykti í dag endaligt uppskotið um upphavsrætt við triðju viðgerð. Tað var eitt einmælt Løgting, ið samtykti uppskotið við 26 atkvøðum fyri.

Sostatt hava vit fyri fyrstu ferð fingið eina føroyska lóg um upphavsrætt.

Upphavsrættur er rætturin hjá tí, ið hevur gjørt ella framleitt eitt verk, til at ráða yvir nýtsluni av verkinum í ávísan mun. Lógin um upphavsrætt tryggjar til dømis rithøvundum og listafólkum einkarætt til vard verk ella framleiðslur. Til dømis er ikki loyvt at endurgeva tekst hjá øðrum uttan at nevna kelduna, ella treytaleyst at taka niður tónleik á netinum.

Upphavsrætturin tryggjar upphavsfólki viðurlag fyri nýtslu av teirra verkum. Tey viðurløg, ið eru heimilaði í upphavsrættinum, eru í stóran mun við til at tryggja fíggjarliga grundarlagið fyri tí framhaldandi virkseminum hjá mongum føroyskum listafólkum.

Upphavsrættur gjørdist føroyskt málsøkið 1. januar 2010.