Løgtingið samtykti fyrrapartin broytingina í verklagslógini um Marknagilsdepilin, soleiðis at skúladepilin nú kemur at kosta 515 milliónir krónur, innbúgv íroknað.
31 løgtingslimir vóru í tingsalinum, tá atkvøðast skuldi eftir 2. viðgerð fyrrapartin, og øll atkvøddu tey fyri lógaruppskotinum hjá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum.
Málið skal samtykkjast við 3. viðgerð, áðrenn broytta verklagslógin um Marknagilsdepilin kemur í gildi.
Í løgtinginum fyrrapartin upplýsti landsstýrismaðurin í mentamálum, at spakin verður settur í hálvan apríl. Marknagilsdepilin skal standa klárur at taka í nýtslu á sumri 2016.










