Løgtingið samtykt at leingja flogvøllin

Føroya Løgting hevur í morgun samtykt at leingja flogvøllin í Vágum út á 1799 metrar Beint eftir klokkan 11 í morgun samtykti Løgtingið løgtingsmál nummar 79 í 2009:

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at leggja virksemið hjá Vága Floghavn í P/F Vága Floghavn.

Ella við øðrum orðum er talan um útbyggingina av flogvøllinum í Vágum.

Málið hevur verið til viðgerðar á fýra fundum í Vinnunevndini, og ein samd nevnd mælir til, at uppskotið verður samtykt, hóast hon ikki hevur fingið svar upp á allar sínar spurningar í einari tí størstu íløguni í Føroyum nakrantíð.

Um økt reglusemi á flogvøllinum sigur Vinnunevndin soleiðis:

- Nevndin hevur ikki fingið vissu fyri, at regulariteturin verður bøttur.

Hinvegin metir nevndin, at kostnaðurin er á einum góðum støði og at trygdin heldur fram at vera góð.

Til aðru viðgerð var útbyggingin av flogvøllinum út á 1799 metrar samtykt við 24 atkvøðum fyri, ongari blankari og ongari ímóti, og til triðu viðgerð var málið somuleiðis samtykt.