Løgtingið hevur nú endaliga samtykt at gera tað lættari hjá sjúklingum í Føroyum at fáa heilivág við kannabis.
Løgtingið hevur nevniliga samtykt uppskotið, Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, hevur lagt fyri Løgtingið um at royndarskipanin, sum er í gildi í Danmark, eisini skal setast í gildi fyri Føroyar.
Tað merkir, at føroyskir læknar, eisini kommunulæknar, fáa fría heimild at geva sjúklingum við ávísum sjúkum, heilivág við kannabis, men tað er kortini ein treyt, at annar heilivágur er royndur fyrst, og at tað er til fánýtis.
Sjúklingar, hugsað verður um, eru sjúklingar við sclerosu, krabbameini, og sjúklingar við varandi pínu.
– Nógvir av hesum sjúklingum stríðast við sjúkutekin, har vanligur heilivágur ikki hjálpir serliga væl, umframt at sjúklingarnir fáa svár hjáárin av vanligum heilivág í teim stóru nøgdum, sum mangan krevjast.
Talan er eisini um at geva fólki við krabbameini, og sum mangan missa matarlystina, heilivág við kannabis.
Uppskotið varð samtykt við stórum meirilutan, tí tað vóru 30 tingfólk, sum atkvøddu fyri, ein var ímóti og tvey løgtingsfólk atkvøddu blankt.
Nú stendur tað so til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, at fáa skipanina setta í gildi í Føroyum, og hon hevur áður sagt, at hon ætlar sær ikki at leggjast á boðini.