Løgtingið misskilt stýrisskipanina

Anfinn V. Hansen, advokatur, ið hevur verið við til at gjørt stýrisskipanina, er ikki samdur við tosinum um, at stýriskipanin ikki virkar. Trupulleikin er, at løgtingið nýtir hana skeivt

? Løgtingið skal ikki ikki standa til svars fyri landsstýrinum. Tað skal ikki skrumbla lógaruppskot ígjøgnum, bert tí, at landsstýrið ynskir tað.

Anfinn V. Hansen, advokatur, var við til at gera nýggju føroysku stýrisskipanina. Hann hevur fylgt við í kjakinum í seinastuni um leiklutin hjá ávíkavist landsstýrinum og løgtinginum.

Niðurstøðan hjá Anfinni V. Hansen er, at løgtingið ikki hevur rygg til at standa saman um at fáa lógaruppskot viðgjørd á rættan hátt.


Nýtir ikki sítt vald

? Veruleikin er, at eingin annar enn løgtingið avger, hvussu drúgva viðgerð ymisku málini fáa. At mál verða skrumblað ígjøgnum er tað bert løgtingið, ið hevur ábyrgdina av. Sleppa landsstýrisfólk at avgera, hvussu drúgva viðgerð mál fáa, nýtir løgtingið ikki sítt vald rætt.

Anfinn V. Hansen vísir á, at løgtingslimir ongan rætt hava at koma við ákoyringum móti Helenu Dam á Neystabø í sambandi við, at nýggja pensjónslógin ikki er nóg góð. Ábyrgdina fyri hesum hevur løgtingið og trivnaðarnevnd løgtingsins.

? Einstaku nevndarformenninir og tingformaðurin hava ábyrgd fyri, at mál fáa ta viðgerð, teimum tørvar. Tað ber ikki til at tveita ábyrgdina fyri ,at vánalig lógaruppskot verða samtykt á landsstýrið.


Nevndirnar eiga at lúka

Anfinn V. Hansen sigur, at tá Helena Dam á Neystabø leggur eitt vánaligt lógaruppskot fyri tingið, hevur trivnaðarnevndin skyldu at finna út av, at uppskotið ikki er nøktandi.

? Trivnaðarnevndin átti at havt viðgjørt uppskotið um nýggju pensjónskipanina so mikið væl, at hon legði til merkis, at uppskotið ikki var nóg gott. Síðani átti trivnaðarnevndin í áliti sínum at víst á skeivleikarnar og komið við uppskotum um neyðugar broytingar í uppskotinum frá almanna- og heilsumálaráðharranum.

Advokaturin vísir á, at tað eru løgtingið og nevndir løgtingsins, ið skulu syrgja fyri, at mál fáa ta neyðugu viðgerðina. Annars fær løgtingið bert leiklut sum avgreiðsluskrivstova hjá landsstýrinum.


Løgmaður ber seg rætt at

Formaður Tjóðveldisfloksins, Heini O. Heinesen, vísti í farnu viku á, at løgmaður leggur upp til einaræði, tá hann sendir lógaruppskot frá landsstýrinum út til samgongutinglimir til ummælis, áðrenn tey koma fyri tingið.

Heini O. Heinesen vísti á, at hetta hevur við sær, at flestu uppskot landsstýrissins hálvavegna eru samtykt millum samgongutingfólk, áðrenn tey verða viðgjørd í tinginum. Sostætt fær andstøðan als ikki høvi at hava nakra ávirkan á uppskotini.

Anfinn V. Hansen er ikki samdur við formanni Tjóðveldisfloksins. Hann vísir á, at tað er heilt í lagi, at løgmaður sendir uppskot út til kunningar. Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at samgongan stendur aftanfyri tey lógaruppskot, samgongan leggur fyri tingið, og tað heldur advokaturin vera heilt náttúrligt.

? Tað er eisini heilt vanligt í øðrum londum, at mál verða send út til kunningar áðrenn tey koma fyri parlamentið. Hetta verður gjørt fyri at sleppa undan samgongukríggi fyri opnum skermi.

Anfinn V. Hansen vísir á, at í øðrum londum hava ymisku flokkarnir ávísar persónar, ið hava skyldu til at seta seg væl inn í ávísu málini. Hesir persónar kunna síðani hinar limirnar í flokkinum um málið og koma við tilmælum um møguligar broytingar og annað. Virkar hetta ikki í Føroyum, er tað ikki tí, at nakað er galið við stýrisskipanini, men heldur tí, at floksapparatini ikki virka, heldur Anfinn V. Hansen.

Ráðini frá advokatinum, ið sum sagt hevur verið við til at gjørt stýrisskipanarlógina, eru, at løgtingið má standa saman um at vísa sítt vald mótvegis landsstýrinum, soleiðis, at løgtingið ikki bert virkar sum avgreiðslustova fyri landsstýrið.