Løgtingið má taka eina støðu

Javnaðarflokkurin hevur boðað frá, at hann fer at leggja uppskot fyri løgtingið, sum skal fáa tingið at boða frá, hvør almenna føroyska støðan til Irak-kreppuna er

Heimspolitikkur

Nú eiga føroyingar at koma við eini klárari fráboðan um, hvørja almenna støðu vit hava til kreppuna, sum heldur øllum heiminum í skáki, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum.
Føroya Javnaðarflokkur hevur boðað frá, at hann fer at leggja uppskot fyri løgtingið, sum skal noyða tingið til at koma við eini greiðari útmelding um tingsins støðu. Eisini hevur uppskotið til endamáls at fáa løgmann at koma við eini útmelding um støðuna hjá landsstýrinum.
?Vit kunnu ikki bara sita her í hesum rómapottinum og halda, at vit kunnu lata sum einki, sigur hann. Gera vit tað, eru vit heimsin størstu egoistar. Tí vilja vit á hendan hátt heita á løgmann um at boða frá úti í heimi, hvør almenna føroyska støðan í málinum er, sigur Jóannes Eidesgaard.

Bíða efir løgmanni
Hann sigur, at øll hava gingið og bíðað eftir løgmanni, men haðani kemur einki. Ikki tí, at vit ikki fyrr hava blandað okkum upp í kjakið um eitt nú hernaðarmál. Vit kenna øll til tær hernaðarsamtyktirnar, sum fyrr eru gjørdar av Føroya Løgtingi, vísir hann á.
Í stuttum gongur fráboðaða uppskotið hjá Javnaðarflokkinum út uppá, at einki skal gerast í Irak uttan í ST høpi, sigur Jóannes Eidesgard. Hann vísir á, at bestu úrslitini í slíkum støðum havi vit sæð, júst tá ST hevur staðið fyri tí, sum gjørt er. Til dømis í Kosovo, Afghanistan og eisini í seinasta Flógvakrígnum, sum var. Tað gekk rímiliga skjótt fyri seg.
Hinvegin er seinasta kríggið, amerikanarar hava ført av sínum eintingum, Vietnamkríggið. Og tað var bæði drúgt og blóðugt., vísir hann á.
?Vit hava eisini eina skyldu mótvegis teimum føroyingum, sum hava sítt arbeiði í økinum, talan er um. Tað eru als ikki so fáir føroyingar, sum eitt nú sigla á leiðini, sigur formaður Javnaðarfloksins.

Ymiskar støður
Jóannes Eidesgaard sigur, at hann vónar at fáa aðrar flokkar á tingi at taka undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum. Bæði úr samgongu og andstøðu. Og skilligt er, at hann setir sítt álit á Tjóðveldisflokkin, sum hann metir hava somu støðu til málið, sum Javnaðarflokkurin hevur. Tað byggir hann millum annað á felagstiltakið, flokkarnir skipaðu fyri við friðargonguni fyri stuttum.
Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, sigur, at hansara persónliga støða til málið er greið og eisini almannakunngjørd. Hann hellir til ST loysnina.
?Tað undrar meg, sigur Høgni Hoydal, at eingin hevur víst á, at um nú herdeildir endiliga skulu sendast inn í Irak at fáa stýrið har av vegnum, so eiga tað at vera ST herdeildir. Vit kunnu ikki liva við eini skipan, har tey sterku londini bara kunnu gera við veikaru londini, sum teimum lystir.
Tjóðveldisflokkurin hevur greiða støðu í verjumálum, sigur Høgni hoydaæl. Men hetta ávísa uppskotið frá Javnaðarflokkinum er ikki komið fyri tingið í skrivandi stund, so Tjóðveldisflokkurin hevur ikki sæð tað enn.
?Men vit fara at viðgera tað, og allar meiningar skulu hoyrast, áðrenn ein almenn støða verður tikin og kunngjørd, sigur Høgni Hoydal.
Hann heldur, at føroyingar nú eiga at koma burtur frá tí barnsliga skotgravar politikkinum, vit hava sæð bæði í áttatiarunum og ikki heilt frítt nú eisini, síðan hetta málið tók seg upp.
Jørgen Niclasen, tingmaður Fólkafloksins, sigur, at Fólkaflokkurin heldur ikki kennir uppskotið, men fer at viðgera tað, tá tað kemur.
Hinvegin hevur Fólkaflokkurin eina greiða støðu til Irakmálið, sigur hann. Hon er almannakunngjørd við tí brævinum, Fólkaflokkurin herfyri sendi danska forsætisráðharranum, har sagt verður, at Fólkaflokkurin tekur undir við hansara stuðuli til USA í hesum máli.