Løgtingið má aldrin leggja seg út í ósemjur á arbeiðsmarknaðinum

? Fer løgtingið at leggja uppí, er tað at taka ábyrgdina frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, sigur Edmund Joensen

?Nei, løgtingið skal ikki leggja seg út í ósemjuna ímillum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið.

Edmund Joensen, formaður sambandsfloksins er púra avgjørdur, tá ið vit spyrja hann, um løgtingið eigur at taka um endan og steðga arbeiðssteðginum á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum nú hevur vart í tríggjar vikur.

Edmund Joensen sigur, at støðan hjá Sambandsflokkinum er, at løgtingið skal ikki undir nøkrum umstøðum legja seg út í stríð á arbeiðsmarknaðinum.

?Vit liva í einum demokratiskum samfelag har partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava fult frælsi til at samráðast og til at skipa síni egnu viðurskifti.

? Leggur løgtingið uppí, er tað tað sama sum at taka tann frælsa samráðingarrættin frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum.

Men løgtingið hevur nakrar ferðir hesi seinastu 15 árini steðga ósemjum á arbeiðsmarknaðinum við lóg

Formaðurin í Sambandsflokkinum sigur, at tað er er heilt týðiligt, at tey tíðarskeiðini, sambandsflokkurin hevur verið í landsstýrinum, hevur arbeiðsmarknaðurin greitt síni viðurskifti sjálvur.

? Tað hevur hann gjørt, tí allir partar á arbeiðsmarknaðinum vita, at sambandsflokkurin lóggevur ikki í slíkum viðurskiftum.

? Og tá ið allir partar vita tað, kemur tað ongantíð hartil, at politisk uppílegging veðrur uppá tal.

Edmund Joensen vísir m.a. til ósemjuma á arbeiðsmarknaðinum í 1995.

? Tá var tað ongin, sum hugsaði tankan, at løgtingið skuldi fara at lóggeva um hesi viðurskiftini.

Edmund Joensen sigur hinvegin, at tá ið flokkar, sum eru vanir at leggja seg út í viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum, manna landsstýrið, t.d. javnaðarflokkurin, tjóðveldisflokkurin og fólkaflokkinum, sæst ferð eftir ferð, at teir enda í hesi felluni, at teir mugu lóggeva.

? Og tað hendir bara tí, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum vita frammanundan, at tað er bara at halda á, tí teir fara at lóggeva, tá ið ein tíð er fráliðin. Sostatt hava teir ferð eftir ferð tikið ábyrgdina frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, sigur Edmund Joensen.

Annars heldur hann, at Landsstýrið kann fyri ein stóran part takka sær sjálvum fyri, at alt landið hevur ligið lamið av arbeiðssteðgi nú í meiri enn fýra vikur.

? Hetta hevur samgongan og tann parturin av løgtinginum, sum samtykti lønarhækkingina til løgtingslimir, eina stóra skyld í, sigur Edmund Joensen.

Hann saknar eisini, at ein samskipaðan politikk frá landsstýrinum.

? Tað sær ikki út til, at vit hava eitt landsstýri við einum felags politikki. Tað tykist sum um hvør landsstýrismaður førir sín egna politikk, uttan at ein veit, hvat ein annar ger.

Edmund Joensen vísir á, at Løgmaður skuldi verið tann savnandi kraftin í einum landsstýri og hann spyr, hvar hann er í hesum máli.

Hann vísir á, at meðan sambandsflokkurin sat í samgongu, batnaði okkara kappingarførið mótvegis grannalondunum 25%.

? Tað hevur sera stóran týdning at halda fast um kappingarførið. Tí er tað spell, at hetta landstýrið ikki er gingið somu leið sum vit og linkaði skatta- og avgjaldstrýstið fyri at hækka reallønina. Tí tað er reallønin, sum hevur týdning og veksur hon, fer tað sjálvandi at linka um lønarkrøvini, sigur formaður sambandsfloksins