Landsstýrið er eftir nýggju stýrisskipanarlógini lóggávuvaldið, meðan løgtingið bert blástemplar lógaruppskotini frá landsstýrinum.
Hetta heldur Hans Pauli Støm, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.
Nøkulunda tað sama førdi núverandi landsstýrismaðurin, Tórbjørn Jacobsen, fram, meðan hann var løgtingsmaður. Tórbjørn Jacobsen segði tá í samrøðu við Sosialin, at einasti neyðturviligi førleikin ein tingmaður krevur at hava, er at duga at skina á reyða og grøna litinum, soleiðis at hann kann finna út av at atkvøða nei ella ja.
Ósamsvar í lógini
Hendan trupulleikan hevur bólkurin í grundlógarnevndini, sum viðgerð stjórnarvaldið, tikið upp. Og grundlógarnevndin er samd við tingmonnunum. Hon heldur, at løgtingið, tá tað samtykti nýggju stýrisskipanarlógina, gav frá sær ein part av lóggevandi valdinum, samstundis sum tað gav frá sær alt útinnandi vald, eins og meiningin var.
Arbeiðsbólkurin staðfestir, at stjórnarvaldið eftir galdandi skipan hevur lóggávuinitiativiið. Stórnarvaldið, sum í hesum førum er landsstýrið, hevur rættin at seta fram uppskot, og er tað í veruleikanum høvuðsstigtakari til nærum alla lóggávu.
Men tað er kortini ógreitt, hvør í stjórnini hevur hesa heimild. Tí Tríggar greinar í stýrisskipanarlógini, ið skulu staðfesta heimildina, stíða móti hvørjari aðrari. Talan er um grein 15, grein 22 og grein 33, stykki 2.
Sambært grein 15 í stýrisskipanarlógini kann ein einstakur landsstýrismaður leggja fram uppskot. Hendan grein sigur nevniliga, at »løgmanni, landsstýrismonnum og løgtingsmonnum eru heimilað at seta fram uppskot til løgtingslógir, ríkislógartilmæli og aðrar samtyktir.«
Sambært grein 22 skal tað antin vera landsstýrið sum eind ella ein einstakur tingmaður, ið leggur uppskot fram. Hendan grein sigur nevniliga, at eingin umsókn verður løgtingið, uttan at tingmaður ella landsstýrið flytur hana fram.
At enda skulu uppskot sambært grein 33, stykki 2 leggjast fram á landsstýrisfundi, áðrenn tey verða løgd framløguna í tinginum. Hendan grein sigur nevniliga, at løgmaður samskipar starv landsstýrismanna og boðar í hesum sambandi regluliga til landsstýrisfunda, har millum annað øll uppskot landsstýrisins til løgtingslógir, ríkislógartilmæli og eykajáttanir verða framløgd, áðrenn tey verða løgd fyri løgtingið.
Størri heimild til løgtingið
Fyri at loysa trupulleikan á lóggávuøkinum, hevur arbeiðsbólkurin í grundlógarnevndini hugsað um tveir møguleikar, soleiðis at løgtingið aftur styrknar sum lóggevandi vald.
Ein møguleiki er, at løgtingið aftur fær størri heimild at broyta lógaruppskot frá landsstýrinum meðan tey verða viðgjørd á tingi. Hetta er nakað, ið líkist skipanini, vit høvdu áðrenn vit fingu nýggju stýrisskipanarlógina.
Ein annar møguleiki er at geva veita tingmonnum løgfrøðiliga hjálp, soleiðis at tað betur ber til hjá andstøðuni at leggja fram ítøkilig uppskot. Eftir verandi skipan hava tinglimir lítlan møguleika at leggja fram væl gjøgnumarbeidd uppskot, tí teir eru ikki lógarkønir og hava ongar løgfrøðisligar ráðgevar.
Í Danmark er mannagongdin tann, at framsøgumenn flokkana tíðliga verða drignir upp í viðgerðina av lógaruppskotum frá stjórnini. Á henda hátt er andstøðuni tryggjað ávirkan á lógaruppskotini, somuleiðis sum stjórnin eisini tryggjar sær, at meiriluti er fyri lógaruppskotunum.