Løgtingið lækkar skattin

Løgtingið hevði fleiri uppskot um skattalættar at taka støðu til mikudagin. Hóast eljustríð stóðst um okkurt teirra, endaði viðgerðin við, at samgongan fekk sítt uppskot um skattalætta ígjøgnum. Andstøðuuppskotini vórðu feld

Hóast 2.000 krónur meira í barnafrádrádrátti eina løtu hótti við at forkoma samgonguni, so funnu samgongutingmenn stevið aftur og samdust um uppskotið frá Karsten Hansen um at lækka skattin.

Uppskotið hjá fíggjarmálaráðharranum ber í sær, at føroyingar fáa umleið 50 milliónir krónur meira eftir í lummunum eftir skatt næsta ár. Í 2002 lækkar skatturin eitt vet afturat, og tá verða umleið 31 milliónir krónur meira eftir til nýstlu, metir Fíggjarmálastýrið.

Uppskotið er skrúvað soleiðis saman, at skattaprosentini fyri trý tey niðastu stigini í skattastiganum verða lækkað nakað yvir tvey ár. Harumframt verður botnfrádrátturin í lands- og kommunuskattinum hækkaður. Botnfrádrátturin hækkar 2.000 krónur 1. januar næsta ár, og 1. januar 2002 hækkar hann aftur 2000 krónur ? upp í 21.000 krónur. Uppskotið broytir eisini inntøkumarkið í skattastiganum, sum áður var 140.000 krónur, upp í 150.000 krónur.


Samgongutingmenn hóttu

Hóast hetta uppskotið var tað, sum at enda varð samtykt, so vóru eisini onnur uppskot á borðinum, sum skuldu lætta um skatta- og avgjaldstrýstið.

Uppskotið, sum elvdi til størstu ósemjuna, var tað frá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum um at hækka barnafrádráttin 2.000 krónur. Hetta var nakað, sum hóvaði fleiri fólkafloksmonnum, og tá ið málið kom til aðru viðgerð, boðaðu Óli Breckmann og Rúna Sivertsen frá, at tey kundu hugsað sær at atkvøða fyri andstøðuuppskotinum. Hetta var ikki júst tað, sum meirilutin í fíggjarnevndini hevði mælt til, og øði kom nú í Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin.

- Fólkaflokkurin kundi ikki fara uttan um sína egnu samgongu og atkvøða fyri einum andstøðuuppskotið, søgdu hinir báðir samgonguflokkarnir. Orðið samgonguslit var fleiri ferðir nevnt undir harðmæltu viðgerðini, og tað var helst hetta, sum rak teir báðar samgongutingmenninar aftur í rætt.

- Flongdir hundar, kallaðu andstøðutingmenn Óla Breckman og Rúnu Sivertsen, sum kúvendu, tá ið málið eftir ein stuttan nevndarfund kom aftur úr fíggjarnevndini. Tá hevði Karsten Hansen verið í fíggjarnevndini og greitt frá, at Fíggjarmálastýrið arbeiðir við at endurskoða barnafrádráttin.

Hetta var nóg góð trygd hjá Óla Breckmann, sum annars fegnaðist um, at tað eydnaðist at samtykkja skattalættan hjá Karsten Hansen.


Bensinprísurin tann sami

Eitt uppskot frá Henrik Old um at lækka avgjaldið á blýfríum bensini elvdi eisini til rættiligt kjak á fundinum týsdagin. Hetta uppskotið hóvaði eisini fleiri samgongutingmonnum, men tá samanum kom, restaði ein atkvøða í til at fáa uppskotið samtykt. Við 12 atkvøðum fyri og 12 ímóti, var atkvøðan hjá Óla Breckmann avgerandi atkvøðan. Hann valdi at atkvøða blankt, og sostatt fall eisini tað málið.

Uppskotini frá andstøðuni um at lækka skattastigan á øllum inntøkum upp til 140.000 krónum við tveimum prosentum varð somuleiðis felt. Hevði tað verið samtykt, so hevði tað saman við hækkaða barnafrádráttinum givið vanliga føroyinginum umleið 84 milliónir krónur meira at liva fyri næsta ár. At enda feldi løgtingið eitt uppskot um at hækka serliga pensjónista-frádráttin, sum hevði givið pensjónistunum umleið 10 milliónir krónur meira at liva fyri næsta ár. Hetta var eisini eitt andsøðuuppskot, og eisini her vístu samgongutingmenn á, at Fíggjarmálastýrið arbeiðir við skatta- og avgjaldsspurningum í breiðari høpi.

Eftir tingfundin mikudagin er greitt, at tað verður nakað bíligari at vera føroyingur komandi tvey árini. Og lítil ivi er um, at trýstið á Karsten Hansen um at lyfta lokið á landskassanum eitt sindur afturat, er vorðið uppaftur størri enn tað var áðrenn tingfundinum.