Løgtingið gjørdi brølaran

- Stóri brølarin var, at løgtingið ikki gjørdi av, at útgerðarhavnin skuldi verða í Suðuroy, heldur Henrik Old. Flemming Mikkelsen vónar, at Suðuroyggin kann fáa ein leiklut í oljuvinnuni sum frálíðir

 

Suðuroyartingmenn harmast avgerðina hjá oljufeløgunum um, at ein komandi útgerðarhavn skal vera í Havn ella á Skálafjørðinum og ikki í Suðuroy.

- Tað undrar meg stórliga, at Suðuroyggin ikki so frætt sum sleppur at bjóða upp á útgerðarhavnina, sigur Henrik Old, sum er tingmaður fyri Javnaðarflokkin.

- Hetta er ein keðilig støða, men soleiðis kann tað enda, tá tú telvar við teimum stóru, heldur Flemming Mikkelsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin.


Brølarin

Fyri einum lítlum ári síðani legði Javnaðarflokkurin uppskot fyri ting um, at tingið skuldi avgera, at ein komandi útgerðarhavn skuldi verða í Suðuroynni, men hetta uppskot var felt av einum meiriluta í tinginum.

- Stóri brølarin var, at løgtingið ikki gjørdi av, at útgerðarhavnin skuldi verða í Suðuroy. Men meirilutin í tinginum vildi ikki taka hesa avgerðina, og so var tað væntandi, hvat fór at henda, tá avgerðin var latin upp í hendurnar á oljufeløgunum, heldur Henrik Old.

- Tá løgtingið feldi uppskotið var tað fagnaður millum umboðini fyri útgerðarhavnir og oljufeløg á áskoðaraplássunum, og tað gav ábendingar um, hvat ætlanin var.


Koma við seinni

Flemming Mikkelsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, vónar, at Suðuroyggin sum frálíðir kann sleppa rættiliga upp í oljuvinnuna.

- Hetta er vónandi bara fyrsta stigið í eini komandi oljuvinnu, og tí mugu vit vóna, at Suðuroyggin kann fáa ein leiklut í oljuvinnuni seinni, heldur hann.

- Eg havi bitið merki í, at Suðuroyggin als ikki sleppur at bjóða upp á útgerðarhavnina, og tað meti eg verða undarligt, tí tað er gott og virt felag, sum er hugað at verða við í útgerðarhavnini á Drelnesi.

Flemming Mikkelsen heldur, at um ein politisk avgerð skuldi verið tikin um, hvar útgerðarhavnin skuldi liggja, hevði løgtingið verið rætta høpi at gjørt tað í.

- Men tað var lagt upp til, at oljuvinnan sjálv skuldi avgera hetta, og so kann tað ganga soleiðis, heldur hann.


Havnin fær trupulleikar

Henrik Old heldur, at líka so nógv sum avgerðin er ein vanlukka fyri Suðuroyggina, kann tað gerast ein vanlukka fyri miðstaðarøkið.

- Vit vita sum er, at tað er trupult at finna innivist til fólk, virki og feløg í Havn, og um útgerðarhavnin skal leggjast í høvuðsstaðnum fer hetta bara at økja trýstið á býin, og tað kann fáa óhepnar avleiðingar, heldur Henrik Old.

- Seinastu mánaðirnar eru fleiri nýggjar oljuskrivstovur lætnar upp í Havn, so tað liggur kanska í kortunum, at tað er her, at útgerðarhavnin skal vera.

Feløgini, sum eru sinnað at gera útgerðarhavn í Havn ella á Skálafjørðinum, sleppa nú at geva tilboð til oljufeløgini, og síðani verður endaliga avgerðin tikin um, hvar útgerðarhavnin verður.

Eitt er tó longu avgjørt, hon verður ikki í Suðuroy.