- Løgtingið er ikki eitt kappróðrarfelag ella bindiklubbur, og tí er brævið frá tinglimunum til Kringvarpið eitt beinleiðis tekin um avmakt, heldur løgtingsformaðurin Hetta sigur hann, eftir at 26 løgtingsfólk í gjár sendu áheitan til Kringvarpið um at seta endursendingina av Morgunlestrinum á útvarpsskránna aftur.
Tey 26 løgtingsfólkini siga, at avgerðin um avtaka endursendingina av morgunlestrinum er óskiljandi, og tey heita inniliga á programmleiðsluna í Kringvarpinum um at seta endursendingina aftur á skánna.
Eitt av tingfólkunum, sum ikki skrivaði undir áheitanina, var Hergeir Nielsen, løgtingsformaður.
- Eg haldið ikki at eitt løgting er rætta staðið til at savna inn undirskriftir til at mótmæla ymiskum í samfelagnum. Løgtingið hevur uppgávu at stjørna landinum og situr við sjálvum róðursknappinum í hondini, og kann tí uttan at spyrja nakran eftir eisini taka um stýrisvølin í hesum málinum, sigur Heirgeir Nielsen við Norðlýsið.
- Eg havi eisini samhugað við teimum, sum eru kedd um tað, sum er hent í hesum málinum, men at løgtingslimir savnað inn undirskriftir til ein stovnsleiðara - er ikki serliga tignarligt, sigur løgtingsformaðurin.










