Eitt syndarligt óskil og ein vanvirðing av føroya fólki, sum nú skal fyrireika seg til at rinda gildið av tí óforsvarliga politikkinum sum hesi somu hava rikið tey síðstu árini.
Tað er eisini komið fram, at formaður Tjóveldsins, valdi at rýma frá sínum skyldum í føroyska parlamentinum og raðfesti - tann kanska djúpari - stólin í danska parlamentinum á Kristiansborg.
Tá vit sum partur av Danmark, hava rætt til sess á Fólkatingi, so eru sjálvandi uppgávur til frama fyri Føroyar at røkja har, men tað skal valdast. Formaðurin í flokkinum, sum rópar harðast um fullveldi, velur bevíst danska fólkavalda tingið framum okkara egna Løgting, hvat líkist hetta?
Sjálvstýrisflokkurin hevur leingi verið av teirri áskoðan, at Fólkatingið er fyri danskar politikkarar, ikki føroyskar. Flokkurin valdi at stilla upp til síðsta fólkatingsval og fer allarhelst, sum aðrir flokkar, eisini at gera tað í framtíðini. Tó hevur flokkurin valt, ikki at stilla formannin upp, júst fyri at umganga at koma út í eina fløkju sum hesa.
Tvær topp lønir
Eingin kann røkja tvey fulltíðarstørv nøktandi og fáa tvær topp lønir á konto hvønn mánað afturfyri. Tað er ikki rætt, at ein tingmaður í Føroyum, eisini skal kunna vera limur í danska fólkatinginum. Tingskipanin skuldi verið broytt soleiðis, at løgtingslimur sum eisini fær løn sum danskur fólkatingslimur, missir rættin til løn frá Føroya Løgtingi og skuldi løgtingslimur tikið farloyvi, so leingi hann valdi Fólkatingið framum Føroya Løgting.