Løgtingið í brennideplinum

IKKI kann sigast annað, enn at Føroya løgting av álvara kemur í brennidepilin í komandi tíð. Ikki færri enn tríggjar viðgerðir av stórmálum verða innan tinggátt tær komandi vikurnar. Fyrsta stórmálið er aðalorðaskiftið um Hvítubók og framtíðar støðu Føroyar. Síðani verður fíggjarlógaruppskotið til viðgerðar, og í næsta mánað kemur so fyrsta útbjóðing til oljuleiting til umrøðu. Hetta mugu við vissu sigast at vera stórir bitar at svølgja eftir so stutta tíð. Hinvegin er tað at siga, at tingmannaarbeiðið nú er vorðið fulltíðarlønt arbeiði. Tað skuldi so givið tingmonnum betri umstøður og møguleika at kunna seg við málini og at viðgjørt tey væl og virðiliga.

LONGU hósdagin í næstu viku verður aðalorðaskifti um Hvítubók. Høgni Hoydal, landsstýrismaður legði í gjár frágreiðing um málið fyri tingið. Spurningurin er nú, um nakað nýtt fer at koma fram undir orðaskiftinum, ella um vit bara fara at hoyra longu kendu sjónarmiðini hjá teimum ymsu flokkunum? Løgmaður hevur týðuliga og klárt sagt frá, at hann ætlar sær m.a. at brúka aðalorðaskiftið sum grundarlag, tá eitt samráðingarupplegg við danir skal gerast. Nú hevur løgmaður víst lágan profil í øllum orðaskiftinum um framtíðarstøðu Føroya. Hann er í tí tvístøðu, at hann skal hvørki traðka sínar samstarvspartnarar í Tinganesi á tærnar og eiheldur tey mongu í hansara egna flokki, sum ikki eru samd við somu samstarvspartnarar. Spurningurin er tí, um løgmaður, sum jú verður samráðingarleiðari, tá farið verður til Danmarkar, av taktiskum orsøkum velur at ?tiga? ella hetta hevur við støðu hansara, har roynt verður at sigla millum skerini, at gera. Tí hvat kann løgmaður fáa burtur úr aðalorðaskiftinum, sum hann ikki longu veit? Væntar hann t.d., at stóru andstøðuflokkarnir koma við eini útrættaðari hond - ella vil hann sjálvur gera ?innrømmilsi? tvs. tvinga Tjóðveldisflokkin til at toga eitt sindur í land?


FÍGGJARLÓGARVIÐGERÐIN verður eins áhugaverd sum árini frammanundan, tó at vit kunnu rokna við serliga hvøssum orðadrátti um eitt nú Smyrlamálið og kommunulántøkur. Serliga hetta seinasta kann skapa rok í tinginum. Áhugavert verður at síggja í hvønn mun samgongan veruliga ynskir at taka andstøðuna við í avgerðirnar. Ætlar hon tað, verður hon eisini noydd til at laga partar av fíggjarlógini eftir ynskum/krøvum frá somu andstøðu. Er tað veruliga hetta fíggjarmálaráðharrin vil? Hitt stórmálið er 1. útbjóðing. Hetta eru fyrstu ferð, at slíkt mál verður viðgjørt á tingi. Fara tingmenn at góðtaka uppskotið frá Oljumálastýrinum ella fara teir at krevja broytingar og hvussu vilja slíkar broytingar verða uppfataðar av eitt nú oljuheiminum? Hvar vit enn standa politiskt, so verður komandi tíð bæði spennandi og áhugaverd og neyvan er ov nógv sagt, at øll eygu og oyru hjá føroyingum fara at vera vend móti løgtinginum komandi tíð.