Løgtingið blásti við mjøli í munninum

Í einum føri verður sagt, at persónsupplýsingar kunnu flytast til útlond, sum kunnu tryggja eina fullgóða viðgerð av upplýsingum. Aðrastaðni verður sagt, at ein kunngerð skal steðga útflutningi av perónsupplýsingum peningastovna. Løgtingið tosaði sostatt við tveimum tungum, tá lógin um viðgerð av persónsupplýsingum var fyri í tinginum

Tað ber væl til at blása við mjøli í munninum. Tú skalt bara hava mjølið nóg leingi í munninum.

Líkt er til, at Løgtingið hevur roynt seg í hesi grein í málinum um Elektron og Gjaldskipanina, sum so nógv rok stendst um. Gjaldskipanin er steðgað, tí Høgni Hoydal, landsstýrismaður við lógarmálum, í einari kunngerð er farin beinleiðis eftir peningastovnunum. Tað líkist serlóggávu, og tað verður vanliga ikki hildið at vera í samsvari við góða rættarsiðvenju, tá øll ikki eru líka fyri lógini. Men kunngerðin er í samsvari við lógina, sigur Dátueftirlitið, sum hevur steðgað Gjaldskipanini. Nú hevur Elektron stevnt.

Alt snýr seg um løgtingslóg nr. 73 frá 8. mai 2003. Lógin hevur til endamáls at tryggja persónsvernd hins einstaka, tá persónsupplýsingar verða viðgjørdar, soleiðis at tær verða viðgjørdar við virðing fyri tí persónliga frælsinum og heimafriðinum og grundað á persónsupplýsingar við høgari góðsku.

Meginreglan er, at persónsupplýsingar skulu viðgerast í Føroyum. Men persónsupplýsingar kunnu flytast til útlond, sum kunnu tryggja eina fullgóða viðgerð av upplýsingunum, stendur í lógini. Perónsupplýsingar kunnu eisini flytast til útlond, um tann skrásett hevur givið loyvið til flutningin.

Hetta var orsøkin til, at Dátueftirlitið í fyrstu atløgu loyvdi Gjaldskipanini hjá Elektron og peningastovnunum. Í Gjaldskipanini verða sjálvvirkandi flytingar avgreiddar fyri fólk í samstarvi við PBS í Danmark. Upplýsingar fara til Danmarkar at venda, men av tí, at talan er um upplýsingar, sum ikki eru viðkvæmar, og at tær fara til eitt trygt land, sum Danmark er í hesum høpi, so gav Dátueftirlitið peningastovnunum loyvi til skipanina. Harafturat kemur, at tann einstaki samtykkir, at flytingarnar fara fram.

Men Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vildi ikki lata sær lynda, at Gjaldskipanin hjá PBS kom í gildi í Føroyum, tí hann helt tað ikki samsvara við tað, sum løgtingið hevði álagt honum. Og verður hugt í lógina sæst, at Rættarnevndin hevði júst hendan spurningin á lofti.

Í álitinum til lógina sæst, at Rættarnevndin leggur áherðslu á, at allar edv-skráir skulu varðveitast og viðgerðast í Føroyum, og at forðast skal fyri, at peningastovnarnir flyta sítt edv-samskifti av landinum. Rættarnevndin sigur í álitinum, at landsstýrismaðurin beinanvegin og áðrenn lógin fær gildi, skal »seta greiðar reglur í kunngerð um flutning av persónsupplýsingum til útlond, herundir steðga ella avmarka útflutning. Rættarnevndin mælir til, at hendan kunngerð kemur til at fata um júst spurningin um at steðga útflutningi av persónsupplýsingum peningastovnanna.«

Við hesum broytingum helt Rættarnevndin, at politiski málsetningurin at veita borgarum bestu persónsvernd og politiski málsetningurin at fyribyrgja, at peningastovnarnir flyta sítt virksemi av landinum, varð rokkin.

Kortini gav Dátueftirlitið peningastovnunum loyvi at fara undir skipanina, til Høgni Hoydal smíðaði eina nýggja kunngerð, sum við vissu forðaði peningastovnunum at flyta upplýsingar av landinum.

Sostatt er líkt til, at løgtingið hevur vinglað í spurninginum um persónsupplýsingar. Í einum føri verður sagt, at upplýsingar kunnu flytast til trygg lond. Í øðrum lagi staðfestir Rættarnevndin, at ein kunngerð skal gerast, sum steðgar útlutningi av persónsupplýsingum hjá peningastovnum.