- Um vit halda áfram á hendan hátt og ikki megna at venda gongdini, so verða færri enn 350.000 føðingar um 10 ár. Tað er 40 prosent færri enn í 2010 – tað er undirgangur.
Álvarsomu orðini eigur Beatrice Lorenzin, italski heilsumálaráðharrin, sum sambært BBC er farin í herna móti lága burðatalinum í suðurevropeiska landinum.
Fyrsta átakið hjá heilsumálaráðharranum at eggja italienar at eiga fleiri børn, er at tvífalda stuðulin, ið foreldur við lágum inntøkum fáa í barnastuðli, so at hann veksur úr umleið 600 krónum til 1.200 krónur, umframt at ráðharrin ynskir at hækka stuðulin til tær familjur, ið fáa meira enn bara tað eina barnið.
Heilsumálaráðharrin rópar varskó, tí hon stúrir fyri at núverandi gongd kann beina fyri italsku tjóðini.
- Um fimm ár hava vit mist meira enn 66.000 føðingar árliga... Um vit seta hetta í samband við vaksandi talið av eldri fólkum og fólk við varandi sjúkum, so síggja vit myndina av einum landi, ið er doyggjandi, sigur heilsumálaráðharrin sambært BBC.
Hagtølini tykjast eisini at stuðla heilsumálaráðharranum. Í 2015 vóru einans 488.000 børn borin heim í Italia, og er tað lægsta burðatalið síðani Italia varð sett á stovn í 1861. Sambært heimsbankanum, so vórðu einans 8 børn fødd fyri hvørji 1.000 fólk í Italia. Í Onglandi er tilsvarandi tal 12, í USA 13 og í Føroyum lá tað í 2014 um 13,1.