Uppboðssølan hjá Fiskamarknaðinum seldi góð 56 tons í dag, og tey fóru fyri góðar 770.000 krónur.
Ein góð helvt, eini 30 tons, var hýsa, men prísurin var nakað lægri enn í síðstu viku. Hýsa II fór í dag fyri 13,55 krónur, og meðalprísurin á hýsu III var 11,50 krónur fyri kilo.
Toskurin fekk heldur ikki so góðan prís í dag sum í síðstu viku. 17 tons vóru av toski. Toskur II fekk meðalprísin 16,29 krónur, toskur III 16,47 krónur, og meðalprísurin á toski IV var 15,04 krónur.
Nakað av kongafiski var á marknaðinum í dag, eini seks tons. Kongafiskur II fór fyri 12,04 krónur og kongafiskur III fór fyri 11,11 krónur fyri kilo í meðal.