Fyri tveimum árum síðani setti Statens Vegvesen í Noregi ferðmarkið niður frá 80 km/t til 70 km/t á vegastrekkjum, har nógvar ferðsluvanlukkur høvdu verið. Úrslitið er, at talið á fólki, sum eru deyð í ferðsluni, er lækkað við 40% á teimum 700 km av ríkisvegi, har sum ferðin er sett niður.
_ Vit vita, at tá ið ferðin verður sett niður, eru tað serliga tær álvarsligu vanlukkurnar, sum minka. Hagtølini sýna, at talið á deyðum er næstan farið niður í helvt, meðan talið á vanlukkum, sum føra við sær skaða á fólk, er minkað 20%. Á hesum vegastrekkjum er miðalferðin minkað millum 2 og 4 km/t. Hetta upplýsir seniorverkfrøðingurin hjá Statens Vegvesen í Noregi Richard Muskaug fyri fakblaðnum »Vegen og Vi«.
Samstundis upplýsir hann, at á restini á 80 km/t veganetinum vaks talið á deyðavanlukkunum eitt vet. Tí kann verða gingið út frá, at um ferðin ikki hevði verið sett niður á teimum nevndu økjunum, hevði sama gongd verið her. Á hesum grundarlag ber til at siga, at 19 mannalív eru spard, og 26 fólk eru sloppin undan at vera álvarsliga skadd, førir Muskaug fram.
Vegastrekkini, sum hava fingið lægri ferðmark eru slík, har tað frammanundan vóru skrásettir fleiri serliga nógvir álvarsligir ferðsluskaðar í mun til onnur støð. Viðmerkt verður, at úrslitini ikki uttan víðari kunnu førast víðari til aðrar partar av veganetinum í Noregi.
Kelda: Samferdsel nr. 4 - 2004
Fer_slutrygd










