Aldursmarkið fyri at fáa koyrikort til prutl, verður nú lækkað úr 16 ár, niður í 15 ár.
Tað stendur í einum uppskoti, Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, ætlar at leggja fyri Løgtingið í heyst.
Í hesum sambandi er uppskotið sent alskyns pørtum, sum hava áhuga í málinum, til hoyringar áðrenn tað verður endaliga orðað.
Tvey sløg av prutlum
Higartil hava vit havt eitt slag av prutli, har aldursmarkið fyri at fáa koyrikort er 16 ár.
Men ein partur í broytingunum, sum ætlanin nú er at seta í verk, er, at hereftir skulu prutlini býtast sundir í tveir bólkar, lítil prutl og stór prutl.
Prutlini, vit kenna í dag, og sum koyra 30 km/t, vera í lítil prutl og aldursmarkið fyri at fáa koyrikort til tey, verður nú lækkað niður í 15 ár.
Kári P. Højgaard sigur, at við at lækka aldursmarkið, fylgir hann eisini eini samtykt, sum er gjørd á fleiri ungdómstingum.
Hinvegin skal talan verða um eitt rættiligt koyrikort, har tann, sum vil hava loyvi at koyra eitt lítið prutl, skal bæði upp í teori og koyring.
Men ætlanin er at leggja undirvísingina í sambandi við koyrikortið, í fólkaskúlan, har frálæran í teori og koyring, skal vera valfak í 9. flokki.
Men tað verður Akstovan, sum skal standa fyri próvtøkuni.
Men nú verður eisini ein nýggjur bólkur av prutlum. Tað er ein bólkur, sum eitur stór prutl, hetta eru prutl, sum kunnu koyra 45 km/t og aldursmarkið fyri at fáa koyrikort til tey, verður 16 ár.
Samstundis kunnu tey, sum hava koyrikort til sto?rt prutl, motorsu?kklu ella bil, eisini koyra lítil prutl.
Men harafturat kann viðfestisvognur nú heftast upp í stór prutl.
Tann, sum tekur koyrikort til lítil prutl, fær avsláttur í teoritímum, tá ið koyrikortið til stórt prutl verður tikið.
Lætt at missa prutlið
Samstundis um hesar broytingar verða gjørdar, verður tað eisini hereftir skjótari at missa prutlið, um so er, at tað verður útborað, ella á annan hátt broytt, so at tað koyrir skjótari enn loyvt er.
Revsingin verður herd soleiðis, verður eitt lítið prutl tikið tríggjar ferðir í trý ár, og tað er broytt, so at tað kann koyra 43 km/t, ella 13 km/t skjótari enn loyvt, leggur løgreglan halda á tað.
Annars verður talan um bót.
Verður eitt stórt prutl tikið tríggjar ferðir í trý ár, og tað er broytt so at tað koyrir 64 km/t, ella 19 km/t skjótari enn loyvt, leggur løgreglan hald á tað.
Annars verður talan um bót.
Samstundis skal løgreglan hava rullfelt, so at tað ber til at máta á staðnum, hvussu skjótt eitt prutl koyrir.
Skjótt at missa koyrikortið
Somuleiðis verður eisini skjótari at missa koyrikortið til prutl.
Koyrikortið til lítið prutl kann verða tikið treytað, um so er, at førarin, við sto?rum fyrilitarloysi fyri ferðslutrygdini, hevur volt fo?lki ella luti skaða ella elvt til vanda fyri ti?.
Tað merkir, at ger førarin aftur líknandi lógarbrot í trý ár, missur hann koyrikortið.
Men revsingin kann eisini herðast í aðrar mátar, verða lógarbrot endurtikin fleiri ferðir.
Annars verður koyrkortið til stór prutl sum heild viðfarin, sum vanlig koyrikort. Ein avleiðing av tí er, at missur ein koyrikortið til stór prutl, kann tað eisini ávirka møguleikan at fáa koyrikortið til bil.
Tað merkir, at missur ein 17 ára gamal koyrikortið til stórt prutl í tvey ár, ber heldur ikki til at taka koyrikort til bil, fyrrenn viðkomandi er 19 ár.
Verður ein, sum er undir 18 ár, tikin fyri rúsdrekkakoyring, kann viðkomandi eisini verða dømdur at fara undir eftirlit av barnaverndini.
Hava skyldu at hjálpa til
Tey, sum koma fram á eitt ferðsluóhapp, hava skyldu at hjálpa til.
Tað verður skorið út í papp í ferðslulógini, sum landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, fer at leggja fyri Løgtingið í heyst.
Løgtingið hevur samtykt, at tey, sum taka koyrikort fyrstu ferð, skulu hava skeið í fyrstuhjálp.
Tí heldur hann eisini, at tað er neyðugt at tað verður orðað púra greitt, hvørjar skyldur ein hevur í sambandi við eitt ferðsluóhapp, ella –vanlukku.
Tí verður tað nú skrivað í lógina, at ein og hvør, sum, sekur ella o?sekur, kemur upp i? ferðsluo?happ, skal steðga beinanvegin.
Hetta merkir, at øll ferðandi, bæði fo?lk til gongu og koyrandi, sum koma uppi? ferðsluo?happ, hava skyldu til beinanvegin at steðga og veita fyrstuhja?lp.
Tað merkir, at tann ferðandi skal, eftir førimuni, veita meiddum, sum kunnu
hava fingið skaða, hja?lp og taka lut i? teimum tiltøkum, sum eru neyðug fyri at tryggja ferðsluna.
Hetta merkir, at hin ferðandi skal skapa trygd, tvs, tryggja seg sja?lvan og hareftir onnur, soleiðis at ikki fleiri fáa skaða.
Samstundis skal tann ferðandi, sum kemur fram á eitt ferðsluóhapp, eisini kanna um nakar er uttan vit, við at rista i? akslarnar og tosað hart og ty?ðiliga.
Liggja fólk í óviti, skulu luftvegir kannast og høvdið skal boyggjast afturyvir at tryggja fri?an luftveg.
- Andar fólkið ikki, skal ringjast 112 beinanvegin og eftir hetta verður byrjað uppa? hjarta-lunga bjarging.
Annars skal sjálvandi ringjast eftir hjálp, alt eftir umstøðunum.
Tað stendur eisini í uppskotinum, at tað hevur ty?dning at samstarva við hin skadda, við at vera ro?ligur og stuðla ti? skadda.
- Verður neyðugt at fara fra? fólki, sum hevur meiðslað seg, skal tað leggjast i? læsta si?ðulegu, fyri at tryggja fri?ar luftvegir.
Annars vísir Kári P. Højgaard á, at nógv ferðsluóhapp verður fráboðað løgregluni, hóast tað ikki er neyðugt.
Í nýggju lógini verður sostatt ásett, at i? sambandi við o?happ, har skaði bert er a? ogn ella lutir, kunnu partarnir semjast um lata hvørjum øðrum navn og bu?stað, og ikki neyðturviliga boða politinum fra?.
LES EISINI GREININA: Bótin fyri at parkera ólógliga hækkar nógv