Løgreglustøðin klár 15. mars

Verkætlanin kostar 138 milliónir krónur

Nýggja løgreglustøðin verður latin løgregluni í Føroyum 15. mars í 2021, sigur Bygningsstyrelsen.

Løgreglan í Føroyum er framvegis donsk, og tí er tað danska Bygningsstyrelsen, ið byggiharri hjá nýggju løgreglustøðini, sum skal húsast í gamla bankabygninginum á Húsagøtu í Havn.

Onkrar seinkingar hava verið vegna koronufarsóttina, sigur Per Ryberg Bjørnskov frá Bygningsstyrelsen, men hann veit ikki at siga, hvussu týðandi tær hava verið, og undir øllum umstøðum er framvegis ætlanin at handa løgregluni bygningin 15. mars komandi ár.